Arbeiðseftirlitið hevur í oktober lagt talgildan faldara út á heimasíðu teirra, www.arb.fo, um vegleiðing í samband við harðskap og hóttanir á arbeiðsplássinum. Vegleiðingin er ætlað sum íblástur til hvussu arbeiðspláss kunnu fyribyrgja og handfara harðskap og hóttanir, har serliga arbeiðsgevarar, leiðarar, trygdarumboð og álitisfólk kunnu fáa gagn av vegleiðingini. Men hon er sjálvsagt eisini viðkomandi … Continue reading

Altjóða sosialpedagogiskur dagur

Í dag, 2. oktober, er altjóða sosialpedagogiskur dagur. Her er ein videoheilsan frá forsetanum í AIEJI og formannin hjá Socialpædagogerne í Danmark: Vit vilja somuleiðis heilsa øllum okkara limum við vón um ein góðan dag.   "Vit hava besta starv í heiminum"

Harðskapur og námsfrøði

Harðskapur á námsfrøðiliga økinum eigur ikki verða góðtikin í tann mun tað verður í dag NFFS – norðurlendski felagskapurin fyri sosialpedagogar - hevði stýrisfund í Nuuk í Grønlandi 5. og 6. juni. Pedagogfelagið var umboðað við Jógvan Philbrow á fundinum. Eitt av høvuðsevnunum var hóttanir og harðskapur í arbeiðslívinum hjá námsfrøðingum. Trupulleikan við harðskapi og … Continue reading Harðskapur og námsfrøði