Námsfrøðingar til dagstovnin Stropan á Kambsdali

Stropin er ein dagstovnur, ið byrjaði sítt virksemi í september 2012, fyri børn úr ½ til 6 ára aldur. Stovnurin liggur í einum náttúruríkum umhvørvi, har ið náttúran náttúrliga setur sín dám á gerandisdagin.

Vit sóknast eftir:

Námsfrøðingum, ið kunnu arbeiða sjálvstøðugir, eru ja-ligir, duga at samstarva, taka ábyrgd og duga at seta sær mál eins og at skapa ein spennandi og fjølbroyttan gerandisdag, har barnið er í miðdeplinum.

 Vit bjóða 5 spennandi størv, ið eru í støðugari menning, har tit kunnu verða við at mynda og seta tykkara dám á okkara frálíka stovn við óteljandi møguleikum. Størvini eru bæði á vøggu- og barnagarðsstovu

Størvini eru 40 tíma viku ætlað námsfrøðingum. Um umstøður eru til tess, so kann møguleiki verða fyri niðursettari arbeiðstíð.

Grunda á, at vit nýta ársverk, er tímatalið 37,5 um vikuna. Afturat dagliga arbeiðinum á stovninum, eru fundir og fyrireiking eftir vanliga arbeiðstíð, talt við í ársnormin, ið samanlagt telur 40 tíma viku.

 Setanarviðurskifti:

Størvini vera sett 6. august 2018, ella eftir nærri avtalu. Um ongir námsfrøðingar søkja, verða hjálparfólk sett tíðaravmarkað.

Løn sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya. Lønarstig 11 – 20 fyri Námsfrøðingar.

Arbeiðstíð, mánadag til fríggjadag kl. 07.15 – 17.00.

Skrivlig umsókn saman við prógvi og møguligum viðmæli/-um skal verða Fuglafjarðar kommunu í hendi í seinasta lagi:

Týsdagin 19. juni 2018 kl. 12.00



 Fuglafjarðar kommuna

Ennivegur 38

Fo-530 Fuglafjørður

Ella info@fuglafjordur.fo

Meira fæst at vita um størvini og um stovnin við at venda sær til Annu Joensen, leiðara, telefon 238041, ella stropin@fuglafjordur.fo.

Námsfrøðilig størv á Skála skúla

Hesi størv sum námsfrøðingur eru leys at seta frá 1. august 2018 at rokna:

Eitt fast starv við setanarbroti á 0,65 er leyst at seta frá 1.august 2018. Eitt tíðaravmarkað starv við setanarbroti á 0,65 skúlaárið 2018-19. Eitt tíðaravmarkað starv við setanarbroti á 0,4 skúlaárið 2018-19.

Stuðlarnir verða knýttir at næmingum við serligum tørvi í grunddeildini, miðdeildini og hádeildini.

Skúlanum tørvar stuðlar, ið eru arbeiðshugaðir, nærlagdir, taka ábyrgd, samstarvshugaðir og síggja møguleikar.

Tey, ið sett verða í stuðulsstørvini, skulu hava námsfrøðiliga útbúgving ella royndir, sum stuðul. Um eingir námsfrøðingar søkja, verða størvini skipað sum hjálparfólkastørv. Starvsøkið er Sernám og stovnar undir tí. Tann, ið settur verður, eigur at tola broytingar í starvinum í setanartíðarskeiðnum. Arbeiðstíðin er frá kl. 08:00 til næmingarnir fáa fríð eftir døgurða.

Lønar- og setanartreytir:
Námsfrøðinga- ella hjálparfólkastørvini eru føst størv ella sáttmálasett starv sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið og eru lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag. Námsfrøðingar verða løntir í lønarflokki 11-20 (frá 11-21 frá 1.oktober 2018). Hjálparfólk verða lønt í lønarflokki 3-8.

Umsóknir:
Umsóknir, við avriti av prógvum, CV og møguligum viðmælum, skulu sendast sum PDF-fíla til skalask@olivant.fo í seinasta lagi mikudagin 20. juni kl. 12.00.

Umsóknir kunnu eisini sendast við posti til:
Skála skúli
Skálavegur 194
480 Skála

Nærri fæst at vita um størvini hjá Don Ey. Joensen á tlf. 237052.

Námfrøðiligu stuðulsstørv á Tofta skúla

Hesi námfrøðiligu stuðulsstørv eru leys at søkja í Tofta skúla skúlaárið 2018/2019.

Tvey føst størv frá 1. august 2018 at rokna:

  • 1 fast starv við setanarbroti 0,54
  • 1 fast starv við setanarbroti 0,52

Trý tíðaravmarkað størv skúlaárið 2018/2019:

  • 1 tíðaravmarkað starv við setanarbrotinum 0,5
  • 1 tíðaravmarkað starv við setanarbrotinum 0,36
  • 1 tíðaravmarkað starv við setanarbrotinum 0,15

Námsfrøðiligu stuðlarnir verða knýttir at næmingum í grunddeildini, miðdeildini og hádeildini.

Skúlanum tørvar stuðlar, ið eru arbeiðshugaðir, nærlagdir, taka ábyrgd, samstarvshugaðir og síggja møguleikar.

Tey, ið sett verða í stuðulsstørvini, skulu hava námsfrøðiliga útbúgving ella royndir, sum stuðul. Um eingir námsfrøðingar søkja, verða størvini skipað sum hjálparfólkastørv.

Starvsøkið er Sernám og stovnar undir tí. Tann, ið settur verður, eigur at tola broytingar í starvinum í setanartíðarskeiðnum.

Lønar- og setanartreytir:
Námsfrøðinga- ella hjálparfólkastørvini eru føst størv ella sáttmálasett starv sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið og eru lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag. Námsfrøðingar verða løntir í lønarflokki 11-20 (frá 11-21 frá 1.oktober 2018). Hjálparfólk verða lønt í lønarflokki 3-8.

Umsóknir:
Umsóknir, við avriti av prógvum, CV og møguligum viðmælum, skulu sendast til durita.jakobsen@skulin.fo í seinasta lagi mánadagin 18. juni kl. 15.00.

Nærri fæst at vita um størvini hjá Duritu Jakobsen, skúlastjóra, á tlf. 565050.

Um Okkum:

Tofta skúli hevur næsta skúlaár 209 næmingar í 1. – 10.fl. Tú kanst lesa meira um okkum á heimasíðuni www.toftaskuli.fo

Tofta skúli – ein livandi skúli

Felagsskapur – faklig menning – trivnaður

Námsfrøðilig størv í Sørvágs skúla

Lærarastørv og stuðulsstarv til skúlatilboðið Pallurin og stuðulstarv í Sørvágs skúla

 Søkt verður eftir 2 lærarum og 1 námsfrøðiligum stuðli til serskúlatilboðið Pallurin í Sørvágs skúla og 1 námsfrøðiligum stuðli til Sørvágs skúla.

1  lærara í tíðaravmarkað fulltíðarstarv skúlaárið 2018/19.

1 lærara í tíðaravmarkað  starv skúlaárið 2018/19. Setanarbrot 0,70.

1 Námsfrøðiligum stuðli í tíðaravmarkað starv skúlaárið 2018/19. Setanarbrot 0.85 ella 1496   tímar. (Pallurin)

1 Námsfrøðiligum stuðli í fast starv við setanarbroti 0.60 ella 1056 tímar.

Frágreiðing um Pallin:

Tilboðið er eitt samstarv millum Sernám, MMR og skúlarnar í Vágum, um at bjóða næmingum við avbjóðingum, eitt nøktandi tilboð.

Ætlanin er at umleið 9 næmingar fara at ganga í hesum skúlatilboðið. Í løtuni ganga 4 næmingar í skúlatilboðnum Pallinum. 2 lærarar og 1 námsfrøðingur verða settir í starv til at stimbra trivnaðin og lærdómin hjá hesum børnum. Starvsfólkini arbeiða í sjálvstýrandi toymum og skipa seg sjálv í samstarvi við allar partar. Í tøttum samstarvi við foreldrini, verður hetta nógum næmingum at gagni.

Lærarnir eiga at hava førleika at undirvísa í grunddeild, miðdeild og hádeild innan antin náttúrulærugreinar og/ella hugvísindalærugreinar.

Umsøkjarin skal hava læraraútbúgving og møguliga aðrar førleikar og arbeiðsroyndir.

Tey, ið sett verða skulu:

  • Vera fyrikomandi og hava jaligan hugburð mótvegis næmingunum
  • Hava áræði at taka ábyrgd
  • Duga at samstarva í toymum
  • Duga at hugsa uttanfyri rammur – hugsa kreativt

Størvini verða sett sum sáttmálasett størv, uttan so, at tann, sum settur verður, er tænastumannasettur frammanundan.

Lærarastørvini eru lønt sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið í lønarflokki 18.1 – 29.2

Námsfrøðiligir stuðlar eiga at:

  • Vera fyrikomandi og hava jaligan hugburð mótvegis næmingunum
  • Hava áræði at taka ábyrgd
  • Duga at samstarvs í toymum – PLF toymum
  • Duga at hugsa uttanfyri rammurnar- hugsa krativt

Umsøkjarin skal hava útbúgving innan økið og møguligar aðrar førleikar og royndir, ið eru viðkomandi fyri starvið.

Námsfrøðingarnir, ið settir verða, eru løntir sambært avtalu millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið. Námsfrøðingar verða løntir í lønarflokki frá 11-20 og frá 1.okt. 2018  í lønarflokki 11-21.

Námsfrøðingar í sertilboði verða løntir í lønarflokki 13,15,17,19,21.

Nærri kunning um størvini kann fáast við at ringja til Jóhannis Joensen, skúlastjóra, á tel. 233221. Umsóknir við avriti av prógvi, CV og møguligum viðmælum skulu stílast til Sørvágs skúla,

Skúlavegur 13, 380 Sørvági – sor@skulin.fo – og verða skúlanum í hendi í seinasta lagi mánadagin 18.06.2018 kl. 12.00.

_________________________________________________

Í Sørvágs skúla ganga 182 næmingar í 1. til 10. flokki. 17 lærarar og 1 námsfrøðingur starvast í skúlanum.

Starvsfólk skúlans hava fyrireikingarhøli við egnum skriviborði og egnari farteldu.

Ein skúli við serbygdum tónleikahølum, svimjihøll, serhølum og samvirknum talvum. Skúlin er nýliga uppstigaður á øllum økjum. Vit arbeiða alsamt við at bjóða næmingunum fleiri undirvísingartilboð. Í hesum sambandi samstarva vit við hinar skúlarnar í vesturøkinum.

Eitt serskúlatilboð, Pallurin, er staðsett á skúlanum, Hetta til tess at allir næmingar í Vágum fáa nøktandi skúlatilboð. Tilboðið er ætla at hýsa um 9 næmingum, 2 lærarar og 1 námsfrøðingur eru knýtt at sertilboðnum.

Aðalmál: Fakligheit – kreativitetur – trivnaður

 

Virðisgrundarlag skúlans:

Eg vil – Eg dugi – Eg kann

Her hava vit virðing fyri okkum sjálvum og øðrum !

Her er opið og mennandi samstarv millum heim og skúla !

Her er undirvísingin viðkomandi og avbjóðandi !

Í okkara skúla skulu øll hava møguleikar at læra !

Málið er læring, menning, trygd, og trivni. Áhugi elvir til læring

Námsfrøðiligir stuðlar á Skúlatrøð

Søkt verður eftir einum námsfrøðingi í fast starv frá 1. august 2018:

  • Starvið er 990 árstímar (setanarbrot 0,56) í sertilboði. Um eingin við útbúgving søkir, verður hjálparfólk sett í tíðaravmarkað starv ístaðin.

Søkt verður eftir tveimum námsfrøðingum í tíðaravmarkað starv skúlaárið 2018/19:

  • 1 starv á 1100 árstímar (setanarbrot 0,62) í sertilboði
  • 1 starv á 880 árstímar (setanarbrot 0,50) í skúlanum

Førleikakrøv:

Námsfrøðingur ella royndir sum námsfrøðiligur stuðul.

Harafturat leggja vit dent á, at námsfrøðiligu stuðlarnir:

  • duga at samstarva
  • eru fyrikomandi
  • sýna jaligan hugburð mótvegis næmingunum
  • hava áræði til at taka ábyrgd

Lønar- og setanartreytir:

Størvini eru sáttmálasett og verða lønt sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið. Vanligu størvini verða flokkað í lønarflokki 11-20 og størvini í sertilboðnum í lønarflokki 13, 15, 17, 19 og 21. Hjálparfólk verða flokkað í lønarflokkunum 3-8.

Umsóknir:

Umsóknir við CV, avritum av prógvum og møguligum ummælum skulu verða skúlastjóranum í hendi í seinasta lagi týsdagin 19. juni 2018  kl. 12.00.

Umsóknir kunnu sendast umvegis teldupost til: vagn.foldbo@skulin.fo ella sendast til

Á Skúlatrøð

att: Vagn Foldbo, skúlastjóri

Skúlavegur 6

FO-700  Klaksvík

Nærri  kunning um størvini fæst við venda sær til Vagn Foldbo, skúlastjóra, á tlf. nr. 780202, ella senda teldupost til  vagn.foldbo@skulin.fo

 

Komandi skúlaár ganga 719 næmingar í 1. – 10. flokki á Skúlatrøð. 67 lærarar og 8 námsfrøðiligir stuðlar arbeiða í skúlanum.

Námsfrøðingar til Barnalund í Fuglafirði

Søkt verður eftir:

–          Fýra námsfrøðingum at byrja 6. august 2018 ella eftir nærri avtalu.Talan er um størv á 30, 35 og 40 tímar um vikuna, og er bæði á vøggu- og barnagarðsstovu.

Hvørji eru vit:

–          Barnalund, er ein samansjóðaður dagstovnur ætlaður 60 børnum í aldrinum 0-6 ár. Stovnurin er skipaður í tvey hús,- við einari vøggustovu og einari barnagarðstovu í hvørjum húsi. Ein felagsgongd/-høll, við fjølbroyttum virksemismøguleikum, bindur húsini saman. Uttanumøkið hjá stovninum er stórt og endurspeglar í stóran mun uppruna lendið og bjóðar inn til ymiskar avbjóðingar.

Vit sóknast eftir starvsfólki:

–          ið hevur umsorgan fyri børnunum.

–          ið bæði kann arbeiða sjálvstøðugt og í toymi.

–          ið er týðilig í samskifti og leggur dent á gott samstarv.

–          ið hevur arbeiðsroyndir, sum kunnu nýtast í dagliga arbeiðinum.

–          ið er eldhuga og konstruktivt.

–          ið sær møguleikar fram um mørk.

–          kunnleiki og royndir til Karlstad-modellið og Tekn til talu kann vera ein fyrimunur.

Vit kunnu bjóða tær:

–          fjølbroyttar arbeiðsuppgávur.

–          eitt starv, har tú kanst nýta tínar dygdir, hava ávirkan og samstundis menna teg sjálvan.

–          sernámsfrøðiliga ráðgeving.

–          møguleika at tilogna tær vitan og kunnleika til Karlstad-modellið og tekn til talu.

Setanartreytir:

Løn eftir sáttmála millum Føroya pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið. Um námsfrøðingar ikki søkja øll størvini, kann hjálparfólk verða fyribils sett.

Nærri fæst at vita um stovnin og um starvið við at venda sær til leiðaran í Barnalund

Leilu H. Hansen á tlf. 238031.

Umsókn saman við prógvi og møguligum viðmæli/-um, skal sendast til býráðsskrivstovuna: Ennivegur 38, 530 Fuglafjørður ella umvegis teldupost á info@fuglafjordur.fo, í seinasta lagi mánadagin 18. juni 2018 kl. 12.00.

 

Fuglafjarðar kommuna

Ennivegur 38, 530 Fuglafjørður

info@fuglafjordur.fo

Stuðulsstørv í Skúlanum á Giljanesi skúlaárið 2018-2019

Hesi størv sum námsfrøðingur eru leys at seta frá 1. august 2018 at rokna:

Tvey føst størv við setanarbroti á 0,55 eru leys at seta frá 1.august 2018. Eitt tíðaravmarkað starv við setanarbroti á 0,49 skúlaárið 2018-19. Stuðlarnir verða knýttir at næmingum við serligum tørvi í grunddeildini, miðdeildini og hádeildini.

Skúlanum tørvar stuðlar, ið eru arbeiðshugaðir, nærlagdir, taka ábyrgd, samstarvshugaðir og síggja møguleikar.

Tey, ið sett verða í stuðulsstørvini, skulu hava námsfrøðiliga útbúgving ella royndir, sum stuðul. Um eingir námsfrøðingar søkja, verða størvini skipað sum hjálparfólkastørv. Starvsøkið er Sernám og stovnar undir tí. Tann, ið settur verður, eigur at tola broytingar í starvinum í setanartíðarskeiðnum. Arbeiðstíðin er frá kl. 08:00 til næmingarnir fáa fríð eftir
døgurða.

Lønar- og setanartreytir:

Námsfrøðinga- ella hjálparfólkastørvini eru føst størv ella sáttmálasett starv sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið og eru lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag. Námsfrøðingar verða løntir í lønarflokki 11-20 (frá 11-21 frá 1.oktober 2018). Hjálparfólk verða lønt í lønarflokki 3-8.

Umsóknir:
Umsóknir, við avriti av prógvum, CV og møguligum viðmælum, skulu sendast sum PDF-fíla til sag@skulin.fo í seinasta lagi týsdagin 19. juni kl. 12.00.

Umsóknir kunnu eisini sendast við posti til:
Skúlin á Giljanesi
á Giljanesi 2
360 Sandavágur

Nærri fæst at vita um størvini hjá Annbritt Toftegaard á tlf. 794425, ella við at senda ein teldupost til annbritt.toftegaard@skulin.fo

Um skúlan:
Skúlin á Giljanesi húsast á tveimum støðum. 3.-10.flokkur ganga Inni á Giljanesi og 1. og 2.flokkur ganga í Bygdaskúlanum í Miðvági. Um 320 næmingar ganga í skúlanum, og 37 lærarar, námsfrøðingar og stuðlar starvast í skúlanum.

Skúlin á Giljanesi byggir á tríggjar súlur: Stundvísi, háttvísi og øðrvísi.

Stundvísi merkir, at gera tingini til tíðina. Virða tann partin ið krevur av okkum, at tíðin –hvørt talan er um minuttir ella ár- er ein avmarkandi faktorur og karmur í okkara arbeiði.
Háttvísi er eitt nýtt orð á føroyskum. Tað hevur enn ikki hevur funnið vegin inn í orðabókina. Háttvísi merkir, at vit duga at gera tingini á rættan skynsaman hátt. Men tað merkir eisini, at vit læra okkum nýggjar hættir at loysa uppgávur, tá kendir hættir ikki roynast nóg drúgvir ella nóg drúgvir.

Øðrvísi merkir dirvi til at hugsa sjálvstøðugt. Dirvi at gera tað, vit meta vera rætt. Dirvi at seta spurnartekin við vanar. Dirvi at fara út um rammuna. Við hvørt finnur mann so útav, at vanin veit best, men tora vit ikki at leita og fregnast í tí ókenda vaksa vit ikki.

Námsfrøðingar til Mýrunar í Runavík

Søkt verður eftir tveimum námsfrøðingum 30-40 t. um vikuna. Annað starvið er fyribils til summarfrítíðina 2019. Størvini verða sett 15. aug. 2018 ella skjótast gjørligt.
Barnagarðurin á Mýrunum liggur í einum náttúruvinaligum umhvørvi og er normeraður til 94 børn. Stovnurin er skipaður við 3 barnagarðsstovum, 2 vøggustovum og eini stovu til børn við serligum tørvi.

Førleikakrøv:
• Vit sóknast eftir starvsfólki, ið hevur útbúgving sum námsfrøðingur.
• Er nýhugsandi og ígongdsetandi.
• Hevur hegni at veita umsorgan og góð samstarvsevni.
• Vit ynskja, at tú, í tøttum samstarvi við starvsfelagar og foreldur, kann skapa ein fjølbroyttan, mennandi og tryggan dag fyri einstaka barnið.
• Saman við starvsfelagum viðvirkar til at skapa eitt spennandi og lívligt námsfrøðiligt umhvørvi.
• Góðan munnligan og skrivligan málførleika, umframt hollan telduførleika.

Vit bjóða:
• Góðar arbeiðsumstøður og gott arbeiðsumhvørvi, har tú kann seta tín dám á gerandisdagin.
• Eitt spennandi og mennandi starv við nógvum avbjóðingum.
• Ein vælvirkandi starvsfólkabólk og stovn, har námsfrøðiliga orðaskifti er í hásæti.
• Ein stovn, ið umframt at arbeiða við TÍTT, eisini arbeiðir eftir egnari menningarætlan.
• Ein gerandisdag við hugleiðingum um barnsins menning í tøttum samstarvi við vøggustovurnar, barnagarðsstovurnar og stovuna við børnum við serligum tørvi.

Persónligir eginleikar
• Evni at eggja og ganga undan.
• Vera málsøkin og nýhugsandi.
• Opin og fyrikomandi, arbeiðsamur og røkin.
• Tað hevur stóran týdning, at tú sum starvsfólk, tolir broytingar, ið kunnu koma fyri á stovninum.

Størvini verða sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, og er flokkað á stig 11-20. Meira fæst at vita um stovnin við at fara á heimasíðuna http://myrunum.fo og um størvini, við at venda sær til Oslu Olsen, leiðara á tlf. 237880.

Søk starvið á www.runavik.fo leys størv.

Umsóknarfreistin er sunnudagin 10. juni.

Námsfrøðingar til Dagstovnin við Kráir

Søkt verður eftir námsfrøðingum at byrja 13. august 2018, ella eftir nærri avtalu. Talan er um størv á 30-40 tímar um vikuna.

Í dagliga arbeiðinum leggja vit m. a. dent á:
• at børn og starvsfólk trívast, og fáa avbjóðingar í gerandisdegnum.
• at hava gott samstarv við foreldur og starvsfólk.
• at skapa álit og tryggleika, bæði fyri foreldur og børn.
• at virða tað einstaka barnið.
• at ferðast nógv í náttúruni.

Vit ynskja at tú:
• ert álítandi og hevur góð samstarvsevni.
• hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan og tryggan gerandisdag.
• undir ábyrgd av leiðslu og í samstarvi við starvsfólkið, vilt verða við til at mynda og menna námsfrøðiliga umhvørvið við Kráir.

Lønar- og setanartreytir:
Starvið verður lønt sambært avtalu millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Umsóknir:
Umsóknir við avriti av prógvi og møguligum viðmælum, skulu sendast til:

Dagstovnurin við Kráir
Hvalvíksvegur 74
430 Hvalvík

ella
krair@sunda.fo

Umsóknarfreistin er mánadagin 4. juni 2018.

Um ongin námsfrøðingur søkir, kann hjálparfólk verða sett í staðin í tíðaravmarkað starv.

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Unn Eldevig Petersen, stovnsleiðara á telefon 297235.

Námsfrøðingar til Frítíðarskúlan við Stórá

Ert tú áhugaður í at geva børnum í frítíðarskúlaaldri mennandi, spennandi og kveikjandi upplivingar? So er møgulleiki fyri starvið við Stórá í Rituvík har vit dagliga eru um uml 87 børn, frá forskúlaaldri til 2. flok.

Vit sóknast eftir 4 námsfrøðingum til Frítíðarskúlan við Stórá at byrja 13.08.2018

• Eitt starv sum námsfrøðingur/varðaleiðari 30 t/v
• Eitt starv sum námsfrøðingur/køksfólk 25 t/v
• Tvey størv sum námsfrøðingur 25 t/v

Størvini verða sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya. Har námsfrøðingur ikki verður settur, verða hjálparfólk sett í tíðaravmarkað starv, tó ikki sum varðaleiðari.

Umsóknir og umsóknarfreist
Les meira um størvini á www.runavik.fo og søk á leinkju niðanfyri innan 18.06.2018.
Námsfrøðingur/varðaleiðari: https://app.jobmatchprofile.com/gxwu7u
Námsfrøðingur/køksfólk: https://app.jobmatchprofile.com/gdydhw
Námsfrøðingar: https://app.jobmatchprofile.com/tkyrtk
Nærri fæst at vita um starvið, við at venda sær til Sonju Olsen leiðara tlf 216630.

Heiðavegur 26
Postrúm 139
FO-600 Saltangará
runavik@runavik.fo