Í fyrispurningi til Jenis av Rana, landstýrismann, hevur Jóhannis Joensen, tinglimur, spurt landsstýrismannin, hvørjar ítøkiligar ætlanir landsstýrismaðurin hevur, viðvíkjandi málundirvísing fyri fremmandmælt børn á dagstovnum og í skúlunum. Í skrivliga svarinum til Jóhannis, hevur landsstýrismaðurin útgreinað sínar ætlanir. Pedagogfelagið harmast um svarið. Í svarinum nevnir Jenis einki um ætlanirnar fyri dagstovnarnar. Harafturímóti er ætlanin at … Continue reading Hevur Jenis onga ætlan at styrkja førleikarnar á dagstovnum?
Námshjálpara útbúgving til hoyringar
Viðheft hesi grein er uppskot til kunngerð um námshjálparaútbúgvingina. Um limir hava viðmerkingar til innihaldi, sum Pedagogfelagið átti at haft við í okkara viðmerkingum til Mentamálaráðið, kunnu hesar sendast okkum. Viðmerkingar skulu sendast til: pedagog@pedagogfelag.fo. Viðmerk t-postin "Viðmerking til námshjálparaútbúgvingina". Seinast 5. Juni. Ráðini hjá Pedagogfelagnum, umframt nevndin, hava eisini kungerðina til ummælis. Sí PDF … Continue reading Námshjálpara útbúgving til hoyringar
Eru kommunurnar brynjaðar til styttri skúladag?
Nú tað er samtykt at føroysk skúlabørn við byrjan av komandi skúlaárið kunnu koma at hava 2 tímar styttri skúlagongd um vikuna, skapar hetta ringvirkningar runt í samfelagnum. Eitt stað sum heilt víst kemur at verða ávirka, og sum limir okkara kunnu koma at merkja, er á frítíðarskúlaøkinum, t.e. tey tilboð ið eru aftaná skúlatíð … Continue reading Eru kommunurnar brynjaðar til styttri skúladag?
Fyrireikingartíð og eftirútbúgving hjá starvsfólkum í dagstovnum í Chicago
Í einum dagstovni í Føroyum eru vanliga ein til tveir ráðleggingardagar um árið. Síðani kunnu einstøk starvsfólk í Føroyum gera avtalu um at sleppa á skeið ella eftirútbúgving antin við løn, og/ella í arbeiðstíð. Í 2017 vitjaði eg á trimum dagstovnum í Chicago har tey skipa seg sindur øðrvísi. Í teimum trimum dagstovnunum var ein … Continue reading Fyrireikingartíð og eftirútbúgving hjá starvsfólkum í dagstovnum í Chicago
Tiltak fyri nýútbúnar námsfrøðingar útsett
Tiltakið fyri nýútbúnar námsfrøðingar, sum skuldi verða 4. septembur í Pedagogfelagnum, er fyribils útsett vegnað ov fáar tilmeldingar. Tá tiltakið aftur er á skrá verður lýst við tí umaftur.
35 nýggj námsfrøðislesandi á Setrinum
Í dag vóru umboð úr nevnd og umsiting hjá Pedagogfelagnum og vitjaðu tey nýggju námsfrøðislesandi á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya í ár. Umboðini frá Pedagogfelagnum greiddi teimum lesandi frá týdninginum av einum fakfelag, og hvat Pedagogfelagið kann bjóða teimum sum lesandi, og tá tey eru liðug við útbúgvingina og eru komin í starv. Eisini varð … Continue reading 35 nýggj námsfrøðislesandi á Setrinum
Tiltak fyri nýútbúnar námsfrøðingar í 2018
Allir nýútbúnir námsfrøðingar eru vælkomnir til eina hugnaløtu í hølunum hjá Pedagogfelagnum í Tungugøtu 1 í Tórshavn týsdagin 4. september frá kl. 17.00. Seinni verður farið niðan í hølini hjá Føroya Arbeiðarafelag, har felagið bjóðar ein góðan bita. Tiltakið endar væntandi umleið kl 20.00 Nevndin og umboð fyri umsitingina verða við til tiltakið, har tað m.a. … Continue reading Tiltak fyri nýútbúnar námsfrøðingar í 2018
Umraðfesting av útbúgvingum á Fróðskaparsetur Føroya
Vit gleðast sjálvtsagt um mongu útbúgvingarmøguleikarnar á okkara Fróðskaparsetri, men verða útbúgvingarnar skipaðar á best hóskandi hátt eftir tørvinum á arbeiðsmarknaðinum í Føroyum? Í farnu viku var Lærarafelagið frammi við grein um, at vit útbúgva lærarar til arbeiðsloysi. Er tað ikki eitt gylt høvi at arbeiða fram ímóti at leggja útbúgvingarnar hjá Fróðskaparsetrinum um, so … Continue reading Umraðfesting av útbúgvingum á Fróðskaparsetur Føroya
Áhugin fyri námsfrøði økist
Talið av umsøkjarum til útbúgvingar á Fróðskaparsetri Føroya fyri árið 2018 er nú fingið til vega. Í 2017 vóru 40 umsóknir til námsfrøði á Fróðskaparsetrinum. Í ár er talið 62. Tað eru 22 fleiri umsóknir enn undanfarna ár. Hetta er ein gleðilig gongd fyri námsfrøðiliga økið, sum hevur tørv á fleiri útbúnum námsfrøðingum til eitt … Continue reading Áhugin fyri námsfrøði økist
NLS summarskeið – menning á útbúgvingarøkinum
Í hesum døgum hevur NLS summarskeið í Føroyum fyri norðurlendskum lærarum og námsfrøðingum. NLS er – Nordiska Lararorganisationers Samråd – sum er ein samstarvsfelagskapur innan alt útbúgvingarøkið í norðurlondum, har ein av høvuðsuppgávunum hjá felagskapinum er at stuðla uppundir námsfrøðiliga menning innan útbúgvingarumráðið. Anders Rusk, aðalskrivari hjá NLS bjóðaði mánadagin vælkomin til gestirnar, og Signar … Continue reading NLS summarskeið – menning á útbúgvingarøkinum