Loading Events

« All Events

  • This event has passed.

Hoyringsfundur í Streymoynni

november 13 @ 19:00 - 21:00 UTC+0

Uppskot til nýggjan bygnað í Pedagogfelagnum

Nevndin hevur seinastu tíðina arbeitt við at gera liðugt eitt uppskot til hoyringar um ein nýggjan bygnað av Føroya pedagogfelag.

Uppskotið til nýggjan bygnað byggir í høvuðsheitum á tað arbeiðið, sum bólkarnir løgdu fram fyri aðalfundinum í 2017, umframt greiningina av Føroya Pedagogfelag, sum Regin Berg hevur gjørt.

Bólkarnir arbeiddu við evnunum: Limarøkt, sjónliggerðan av fakinum, styrkja fakið, bygnaðin og arbeiðsumhvørvið.

Uppskotið til nýggjan bygnað verður komandi mánaðirnir lagt fram til hoyringar hjá limunum í felagnum.

Nevndin kemur út í økini har tit limir fáa høvi at seta spurningar og koma við viðmerkingum til uppskotið.

Tað hevur stóran týdning, at limir møta upp til hoyringsfundirnar at siga sína hugsan, soleiðis at tær broytingar, sum skulu leggjast fyri komandi aðalfund í 2019 eru umrøddar í limaskaranum.

Her vera fundirnir:

Klaksvík 09.10,
Eysturoy 10.10,
Sandoy 06.11,
Streymoy 13.11, Smæran, Tórshavn (Hølið hjá Starvsmannafelagnum) Teknað teg her!
Vágum 14.11.

Nevndin væntar sær at síggja nógv limir til hoyringsfundirnar, soleiðis at tey uppskot til lógarbroytingar, sum verða gjørd eru kend ímillum limirnar.

Bert limir hava atgongd.

Minst til at seta kross í kalendaran!

Nevndin fyri Føroya Pedagogfelag.

Details

Date:
november 13
Time:
19:00 - 21:00