Loading Events

« All Events

  • This event has passed.

Samrøður um námsfrøði – Suðuroy

oktober 31 @ 19:00 - 21:00 UTC+0

Komandi mánaðarnar verða “Samrøður um námsfrøði”-tiltøk á breddanum hjá nevndini hjá Føroya Pedagogfelag. Leisturin verður upplegg frá fakfólkum, sum vit síðani hava samrøður og kjak um.

Endamálið við tiltøkunum er at styrkja okkara egnu fakligu førleikar og seta orð á okkara námsfrøðiliga yrki.

Tankin um tiltøkini sprettir millum annað úr fakliga bólkaarbeiðnum um hvussu vit kunnu styrkja okkara fak, sum varð lagdur fram á aðalfundinum í 2017.

Eisini arbeiddi okkara Dagstovnaráð saman við Rógva Thomsen, sála, við verkætlanini “Námsfrøði í heimsflokki”, sum er partvísur íblástur til tiltøkini.

Úr vitjanunum á dagstovnum í fjør kring landið høvdu vit nógvar gevandi og góðar samtalur um dagstovnaøkið. Saknur var tó eisini fyri líknandi tiltaki til sosialpedagogiska økið.

Ætlanin er tó hesaferð at vit bjóða øllum fakøkjum inn at seta orð á námsfrøðiliga fakið, og byrja vit við einum uppleggi í partvíst byggir á tankar, ið gjørdir vóru í samband við fyrru rundferðina.

Síðani verður bjóðað til aðrar samrøður seinni í ár um námsfrøðina og hvørjar tankar tit hava gjørt tykkum um hana.

 

Bert limir hava atgongd, tilmelding er neyðug – HER!

Seinasta freist at melda seg til er 29. oktober.

Stað: Miðnámsskúlin í Hovi

 

Tankar tit kunnu gera tykkum eru m.a.:

Hvat er námsfrøðin í heimsflokki

Hvussu kemur námsfrøðin í miðdeplinum?

Hvat leggja tit/tú dent á í tykkara/tínum arbeiði?

Nær útinna vit eitt gott arbeiði?

 

Ætlandi tiltøk:

29. august 2018 – Tórshavn – Hevur verið

26. september 2018 – Vágoynni – Hevur verið

31. oktober 2018 – Suðuroy – Tekna teg her!

28. november 2018 – Klaksvík

Details

Date:
oktober 31
Time:
19:00 - 21:00