Loading Events

« All Events

Til lukku við útbúgvingini

september 3 @ 17:00 - 20:00 WEST

Góði námsfrøðingur,

Føroya Pedagogfelag ynskir tær hjartaliga til lukku við útbúgvingini.

Í samband við, at tú nú ert útbúgvin námsfrøðingur, vil felagið nýta høvið at bjóða tær og øllum hinum námsfrøðingunum, sum eru útbúgvin í 2019, til eina hugnaløtu og gjøgnumgongd av limaviðurskiftum.

Tiltakið verður týsdagin tann 3. september, frá kl. 17.00 til uml. kl. 20.00.

Vit hittast kl. 17.00 í hølunum hjá Pedagogfelagnum í Tungugøtu 1 í Havn. Síðani verður farið í hølini hjá Starvsmannafelagnum, har felagið bjóðar ein góðan bita.

Nevndin og umboð fyri umsitingina verða við til tiltakið, har tað m.a. verður kunnað um lima- og sáttmálaviðurskifti tykkara.

Tiltakið er ókeypis, men vegna bílegging av mati, er neyðugt at melda til.

Vinarliga boða frá luttøku við senda ein teldupost við navni og føðidato til pedagog@pedagogfelag.fo í seinasta lagi fríggjadagin 31. august 2019.  

Pedagogfelagið gleðir seg til at hitta tykkum.

Details

Date:
september 3
Time:
17:00 - 20:00
Event Category:

Organizer

Føroya Pedagogfelag
Email:
pedagogfelag@pedagogfelag.fo
Website:
www.pedagogfelag.fo

Venue

Føroya Pedagogfelag
Tungugøta 1
Tórshavn, Faroe Islands
+ Google Map