Innrita
Tel 35 75 76

Limaskapur

X

Limaskapur

Rætt til vanligan limaskap hava tey, sum hava námsfrøðiútbúgving el.líkn., hjálparfólk og verkstaðsassistentar, sum starvast á pedagogiskum arbeiðsplássum.

Nevndin kann taka avgerð um, at einstaklingar, ið ikki eru umfataðir av 1.stk., kunnu gerast vanligir limir.

Tann, sum gerst limur seinni enn 3 mánaðir aftaná at verða settur í starv ella aftan á lokna útbúgving, kann ikki krevja hjálp frá felagnum, fyrr enn limaskapurin hevur vart í 6 mánaðir. Sama er galdandi fyri persónar, sum fyrr hava verið limir, tá ið limaskapurin verður endurnýggjaður. Sama er eisini galdandi fyri limir, sum eru í eftirstøðu við limagjaldi í meira enn 3 mánaðir.

Limir kunnu ikki krevja hjálp frá felagnum í máli, sum er komið upp áðrenn viðkomandi fekk limaskap í felagnum.

Limir eru valbærir til álitisstørv í felagnum, tá ið teir hava verið virknir limir í felagnum í 6 mánaðir.

Limirnir ábyrgjast ikki persónliga fyri fíggjarligu ábyrgdum felagsins.

Óvirknir limir og Pedagoglesandi
Vanligir limir, sum í styttri ella longri tíð ikki hava starv ella sum søkja starv, kunna gerast óvirknir limir. Sama kunnu limir, sum eru farnir yvir í annað starvsøki, og limir sum eru fluttir úr Føroyum. Persónar, sum eru eftirløntir frá størvum, og sum vóru vanligir limir, tá ið teir fóru frá, kunnu eisini gerast óvirknir limir, um teir hava verið virknir ella óvirknir limir í felagnum í 5 ár.

Um aðalfundurin góðkennir tað, kunnu bólkar ella einstaklingar, ið ikki kunnu verða vanligir limir, gerast óvirknir limir. Næmingar, av felagnum góðkendum útbúgvingum, kunnu gerast óvirknir limir. Óvirknir limir eru ikki valbærir og hava ikki atkvøðurætt. Óvirknir limir og pedagoglesand kunnu skrásetast og gerast óvirknir limir við at gjalda Kr. 100.- hálvárliga forút. - gjald flytast á konto 9181 - 120.094.3 / viðm.: hvílandi limur

Aftur