
Aðalfundurin hjá Føroya Pedagogfelag verður 11. Mars 2023.
Í samband við tín limaskap, hevur tað týdning at vit hava røttu upplýsingar um teg. Dagfør tínar upplýsingar HER.
Seinasta freist at melda seg til borðhaldi er 3. Mars kl. 12.00 (FREISTIN ER FARIN)
Vegleiðandi klokkuskrá
kl. 11.00 innskriving byrjar.
kl. 12.30 ráðsfundir byrja.
Armbond til borðhaldið kunnu fáast fram til felags aðalfundurin byrjar.
Kl. 15.00 felags aðalfundur byrjar.
Kl. 19.00 borðhald.
Kl. 23.00 dansur.
Skráin til aðalfundin er sambart lógum felagsins. Les meira um aðalfundin her.
Nevndarval
Einki val er til nevndina í ár.
Lógarbroytingar og innkomin mál
Nevndin hevur tvey uppskot til lógarbroytingar við til aðalfundin í ár at taka støðu til, undir punkt H. Viðgerð av innkomnum uppskotum og ásetan av limagjaldi.
Uppskot 1:
Broyting í §8. Aðalfundur, nýtt stk 7. Eru ov fá valevni til at eykalimir eru, kann aðalfundurin skjóta upp og velja upp til tríggjar limir á aðalfundinum. Atkvøðast kann tá á sjálvum aðalfundin. 1., 2. og 3 valdur verður eftir atkvøðutalinum.
Endamál: Verandi áseting leggur upp til at nokk av limum bjóða seg fram til nevnd og ráðslimir. Hetta hevur nú víst seg ikki at virka, soleiðis sum ætlað var, og er ynski tí at tað skal bera til at aðalfundurin hjá ráðunum og øllum felagnum fær møguleikan at velja eykalimir inn.
Uppskot 2:
Broyting í §8. Stk 4. “Ársaðalfundurin verður hildin á hvørjum ári áðrenn 15. Apríl.
Nevndin skal lýsa aðalfundin í føroysku bløðunum í seinasta lagi 15. Januar.”
Verður broytt til: “Broyting í §8. Stk 4. “Ársaðalfundurin verður hildin á hvørjum ári áðrenn 15. Apríl.
Nevndin skal lýsa aðalfundin á heimasíðu felagsins í seinasta lagi 15. Januar.”
Endamál: Av tí at prentaðu tíðindabløð ikki røkka út til øll, og gerast færri í talið, verður mett at lýsingarhátturin eigur at tillagast nýggju miðlunum, soleiðis, at allir limir hava møguleikan at fáa kunning um, at aðalfundur verður.
Val til ráðini
Tveir limir skulu veljast í Námsfrøðingaráðið og tveir í Leiðararáðið.
Námsfrøðingaráðið
Tveir limir skulu veljast í ráðið. Bara ein hevur bjóða seg fram áðrenn freistin fór, og er tí vald uttan atkvøðugreiðslu.
– Unn Jarnskor Ellingsgaard. Er vald.
– tómur sessur.
Leiðararáðið
Tveir limir skulu veljast í ráðið. Eingin hevur bjóða seg fram áðrenn freistin fór, tískil er einki val.
Gestarøðari

Gestarøðari í ár er Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum.
Borðhald og dansur
Sum vanligt er, so verður borðhald fyri aðalfundarluttakarum aftaná aðalfundin. Jákup Dahl Wardum kemur at verða borðstjóri hetta kvøldið, og koma vit at fáa tónleika vitjanir.
Aftaná borðhaldi, spæla Jens Marni Hansen og hansara Showmenn til dans á hotellinum.
Borðhaldi er ókeypis. Tað hevur týdning, at tey ið ynskja at verða við til borðhaldið, boða frá hesum, tá tit skráseta tykkum til aðalfundin. (ovast á hesari síðuni) seinast 3. mars kl. 12.00.
Við innskriving til aðalfundin, verða armbond útflýggja. Armbandið er atgongomerkið til borðhaldi.

Hotel kømur
Teir limir ið ynskja at bíleggja kamar á hotellinum, mugu sjálvi avgreiða hetta. Netsíðan hjá Hotel Føroyar er HER.
Hotelli bjóðar hesar prísir:
Einkult kamar íroknað morgunmat 800,-Dupult kamar íroknað morgunmat 900,-
Tjekk inn er kl 15:00 leygardagin og tjekk ut er kl 15:00 sunnudagin.
Tilber at velja at fara til morgunmatin ella brunsj sunnudagin id er fra 11-15:00.
Sangblað
You must be logged in to post a comment.