Gunnvá Akraberg Hansen vónar, at politikararnir loksins fara at síggja virðið í arbeiðnum hjá námsfrøðingum og námsfrøðiligum hjálparfólki. Hon stillar upp aftur til nevndarvalið, tí hon heldur seg hava nógv eftir at bæði gera og geva.
VALGREIN

Gunnvá Akraberg Hansen, námsfrøðiligur atstøðingur, hevur havt sæti í nevndini hetta seinasta árið sum varalimur fyri Valborg Heradóttir Hammer. Nú bjóðar hon seg fram til eitt nýtt skeið í nevndini
Eg eiti Gunnvá Akraberg Hansen, eri 54 ár, búgvi í Havn og arbeiði sum námsfrøðiligur atstøðingur. Eg arbeiði á dagstovninum Lítlaskógi í Havn og á Sambýlinum Hóvabrekku á Argjum. Sambýlið er stovnur undir Almannaverkinum, so eg havi royndir á bæði dagstovnaøkinum og serstovnaøkinum.
Eg havi havt sæti í nevndini eitt heilt trý ára skeið, men á nevndarvalinum seinast gjørdist eg akkurát ov stutt til afturval. Tað rakk tó so langt, at eg bleiv fyrsta varafólk, og síðan Valborg fór í barnsburðarfarloyvi stutt eftir aðalfundin, havi eg havt sæti í nevndini í hennara stað.
Nú havi eg so gjørt av at royna aftur, tí eg haldi, at eg havi nógv eftir at gera – og geva.
Styttri arbeiðsvika og ein virkin seniorpolitikkur, sum vóru míni hjartamál seinast, eru enn eins aktuell at stríðast fyri. Og løn og arbeiðsumstøður ikki minni.
Tað er ongin loyna, at eg als ikki eri errin av sáttmálasemjuni, vit endaðu við at gera, eftir at hava verið í verkfalli. Men har var lítið í at velja, tí støðan var fastlæst, longu tá vit settu okkum við samráðingarborðið. Arbeiðsgevararnir vóru ikki at vika, og skuldu vit raðfesta nakað yvirhøvur, so var kravið, at raðfestingarnar fóru av lønarkarminum.
Undir verkfallinum blivu allar kanónir vendar ímóti okkum, tí sum ikki einaferð fór alt at snúgva seg um, at lív og heilsa hjá teimum veikastu fólkunum á námsfrøðiliga økinum blivu sett í vanda, og tað vóru sjálvandi vit, sum áttu svartaper.
Men júst laka úrslitið av sáttmálasamráðingunum og verkfallið hevur gjørt, at eg ikki havi hug at steðga nú. Tað kann ikki passa, at hvørja ferð vit royna at bøta eitt sindur um lønina, so er svarið, at vit mugu vísa samfelagssinni, og leggja vit arbeiðið niður, so verða vit ákærd fyri at seta lív og heilsu hjá fólki í vanda.
Soleiðis er tað, sjálvt um tit námsfrøðingar og hjálparfólk hava staðið í fremstu røð á arbeiðsplássunum, meðan korona hevur herjað, og eisini hava vit øll hildið okkum aftur í privatlívinum fyri ikki at bera smittu inn á sambýli og stovnar. Dagstovnarnir hava havt opið sum vant, so samfelagið ikki bleiv lagt lamið. Har hava vit øll víst okkara virði, og eg haldi, at tað eisini má bera til at fáa okkara kosnu politikarar at síggja virðið í tí arbeiði, vit gera, og geva okkum løn og arbeiðsumstøður har eftir.
Nú korona hevur herjað í tvey ár, hevur nevndin ikki verið so víða, men verði eg vald í nevndina aftur, havi eg eitt stórt ynski um at sleppa út á bústovnar, verkstøð, dagstovnar og onnur arbeiðspláss at heilsa upp á tykkum limir, har tit eru, og síggja, hvussu tit skipa tykkara gerandisdag.
Eg bjóði meg sum sagt fram, tí eg haldi meg hava nógv eftir at gera og geva, og vónandi eru tað fleiri tykkara, sum halda tað sama og vilja atkvøða fyri mær. Verði eg vald, fari eg í hvussu er at gera mítt besta at liva upp til álitið.
Gunnvá Akraberg Hansen, námsfrøðiligur atstøðingur valevni til nevndina
—
Mynd: Kári við Rættará
You must be logged in to post a comment.