Tóra Højgaard Joensen stillar upp til nevndarvalið, og hon vil millum annað virka fyri fyrireikingartíð, betri eftirløn, og at námsfrøðin verður vald til sum eitt dygdarfak, sum vit sjálvsagt ynskja at hava í føroyska samfelagnum
Nú nevndin í Føroya Pedagogfelag skal veljast, vil eg fegin bjóða meg fram, sum eitt av valevnunum, tí eg brenni fyri okkara faki, arbeiðsøki og felagsskapi.
Tær stóru royndirnar við nevndararbeiði havi eg ikki, men eg havi ein sterkan vilja og eri ágrýtin og ógvuliga áhugað í okkara faki og arbeiðsumstøðum.
Vit eru í einari rembingartíð. Ímeðan fleiri námsfrøðingar fara at arbeiða á skúlaøkinum, fækkast námsfrøðingarnir á bæði dagstovna og -almannaøkinum. Samfelagið manglar hundraðtals námsfrøðingar, og tí ætlar Jenis av Rana, mentamálaráðharri, at taka enn ein námsfrøðiligan flokk upp næsta skúlaár.
Alt gott um tað, men vit eiga at hyggja nærri at sjálvari útbúgvingini og arbeiðskorunum hjá námsfrøðingunum sum heild.
Tryggjast má, at námsfrøðingaútbúgvingin verður eftirmett sum skjótast. Fakið námsfrøði má aftur á breddan og gerast primera fakið í útbúgvingini, hetta soleiðis at enn fleiri næmingar velja sær eina námsfrøðiliga arbeiðsleið aftaná lokna skúlagongd.
Arbeiðsgleði
Sjálvsagt skal námsfrøðiliga starvið vera lokkandi og kveikjandi. Til hetta krevst betri arbeiðssømdir umframt hægri lønarlag hjá limunum í felagnum. Her hugsi eg um, at vit í framtíðini eiga at arbeiða fyri, at arbeiðsgleðin vinnur á sálarligari, fysiskari og etiskari strongd og umsorganartroyttleika hjá starvsfólkunum á pedagogiska starvsøkinum.
Fyri at gera starvið sum námsfrøðingur lokkandi krevst millum annað, at vit í framtíðini fáa eina munandi lønarhækking. Her hugsi eg, at Pedagogfelagið eigur at ganga á odda og samstarva við kommunur og landið fyri at lynna undir ein sjálvsagdan politiskan vilja at geva limunum í Pedagogfelagnum ta tign og virðing, teir eiga í samfelagnum, og harvið eisini ta lønarhækking, vit øll hava uppiborið.
Ein lønarhækking vil vera við til aftur at gera námsfrøðiliga starvið lokkandi. Tó so kann lønin ikki standa einsamøll sum einasti faktorur, ið stuðlar undir trivnaðin á tí pedagogiska økinum.
Onnur týðandi átøk
Her eru nøkur onnur týðandi og neyðug átøk at skapa arbeiðsgleði og trivnað í arbeiðnum:
- Fyrireikingartíð/egintíð til at ráðleggja, fyrireika og eftirmeta eigur at vera tryggjað við lóg. Fyrireikingartíðin eigur í minsta lagi at vera ein fjórðingur av arbeiðstíðini, sum námsfrøðingurin partvíst sjálvur skal ráða yvir.
- Miðvísar eftir- og víðariútbúgvingar eiga at vera fingnar í lag saman við Fróðskapasetri Føroya, har til dømis leiðarar kundu fingið víðariútbúgvingina í pedagogiskari leiðslu goldna, eins og lærararnir fáa tað í dag.
- Vit eiga somuleiðis eisini at hugsa um eftirtíðina og arbeiða okkum fram ímóti einari hækking av eftirlønini hjá limunum.
- Sum fakbólkur eiga vit at stremba eftir at gerast nógv sjónligari í samfelagnum. Eitt nú kundi Pedagogfelagið arbeitt við felags virðisátøkum, sum mynda limirnar og uppgávur teirra í felagnum, og brúkt hesi, tá námsfrøðiliga arbeiðið verður sett á breddan í felagnum.
- Eisini eiga vit at seta sjóneykuna á føroyska námsfrøði, og tað er mítt ynski, at Pedagogfelagið aftur fer at arbeiða við at seta føroyskan pedagogiskan fakfagnað á breddan og harvið gera dygdargóða arbeiði hjá limunum sjónligt í felagnum.
Eitt er vist, tað verður nógv gott arbeiði framt av limum felagsins, sum vit errin eiga at vísa fram, og somuleiðis bjóða pedagogum úr øðrum londum at koma til okkara at fáa íblástur og hugkveikjan av føroyskari námsfrøði.
Tað skal eingin ivi vera um, at limirnir í Føroya Pedagogfelag gera sítt fyri at halda lív í námsfrøðiliga fakinum, men hvør man tann politiski viljin vera.
Hví sæst politiski viljin at menna fakið námsfrøði ikki, og man tað ikki bera til í felag at fara í enn fleiri samstørv, bæði politisk og fagfelagslig, fyri á tann hátt gera enn meira fyri limirnir?
Navn mítt er Tóra Højgaard Joensen, eri 43 ár, ættað úr og búsitandi í Havn og gjørdist námsfrøðingur á Føroya Læraraskúla (nú Námsvísindadeildin á Fróðskaparsetrinum) í 2009. Síðani tók eg bachelor-prógv á Stavanger Universitet, og havi eisini lisið til cand.pæd.ant. á DPU (Danmarks Pædagogiske Universitet). Arbeiðsstaðurin er á Dagstovninum á Velbastað, har eg eri leiðari.
Við støðugum áræði, er tað mítt ynski at arbeiða fyri at betra um arbeiðskorini hjá okkum øllum í Føroya Pedagogfelag og á tann hátt vera við til at gera ein mun.
Tóra Højgaard Joensen, dagstovnsleiðari
valevni til nevndina
You must be logged in to post a comment.