Við íløgum nú verður avkastið stórt í framtíðini

Nobelvirðislønti búskaparfrøðingurin James J. Heckman vísir í sínari gransking á, at dagstovnar við høgari góðsku til børn í 0 til 5 ára aldur geva størsta samfelagsliga avkastið.

Í stuttum sigur hann, at fyri hvørja dollara-íløgu tú ger í eitt góðsku-tilboð til smábørn undir 5 ár aldur, so fær tú 13 dollarar aftur. Ein óhoyrd góð samfelagslig íløga í framtíðina hjá okkum øllum.

Granskingin hjá Heckman kom fram á ráðstevnu hjá Kommunufelagnum í síðstu viku. Ikki tí hetta er nýggj vitan fyri okkum í námsfrøðiliga fakinum – vit hava leingi kent kanningina og vita av hesum fyribrigdi innan okkara fakøki – og tað er tí vit støðugt vísa á tørvin at tryggja góðskuna á námsfrøðiliga arbeiðsøkinum.

Tryggja høga góðsku

Tað er neyðugt at vit framhaldandi seta okkum sjálvum spurningin: hvussu fáa vit tryggja tilboð við høgari góðsku til børn okkara.

Vit mugu tora at spyrja spurningin hvussu okkara stovnar verða fíggjaðir, soleiðis at námsfrøðiligu starvsfólkini kunnu útinna sítt yrki best møguligt. Eru nokk starvsfólk við røttu førleikunum á stovnunum, og hava tey nóg nógva tíð at útinna kravdu uppgávurnar.

Grundleggjandi er neyðugt at tryggja starvsfólki røttu umstøðurnar at útinna fakligu nærveruna, ið eg meti er eitt av dygdareyðkennunum í føroyskari námsfrøði, sum gevur tí góðsku upp ímóti heimsflokki.

Um vit sum samfelag støðugt vilja menna okkum, so er neyðugt við røttu íløgunum – Nobel virðislønti búskaparfrøðingurin hevur víst á hvar vit fáa sera stórt avkast. Eftir er bert at gera veruligu íløguna.

Neilig gongd

Gongdin í Føroyum er tíverri ikki jalig á hesum økinum. Talvan niðanfyri vísir, at tað eru færri ársverk í mun til barnatal á stovnum í Føroyum seinastu 10 árini (frá 2007 til 2017). Hetta merkir, at færri pengar verða játtaðir til hvørt einstaka barn í dag enn fyri 10 árum síðani.

Hóast barnatalið er hækkað við fleiri enn 1000 børnum á stovni, so hava starvsfólkatímar ikki fylgt við gongdini. Í miðal er tímajáttanin til børn minka við einum tíma um vikuna hetta seinasta 10 ára skeiði.

Kelda: hagstovan.fo