Arbeiðseftirlitið hevur í oktober lagt talgildan faldara út á heimasíðu teirra, www.arb.fo, um vegleiðing í samband við harðskap og hóttanir á arbeiðsplássinum.

Vegleiðingin er ætlað sum íblástur til hvussu arbeiðspláss kunnu fyribyrgja og handfara harðskap og hóttanir, har serliga arbeiðsgevarar, leiðarar, trygdarumboð og álitisfólk kunnu fáa gagn av vegleiðingini. Men hon er sjálvsagt eisini viðkomandi fyri øll starvsfólk.

Vegleiðingin greiðir frá hvat harðskapur og hóttanir eru, greiðir frá eftirfylgjum og viðurskiftum tengd at harðskapi og hóttanum, og vísir á mannagongdir, framferðarhættir og tøk amboð, skuldi ein harðskaps- ella hóttanartilburður tikið seg upp.

les vegleiðingina her