Í dag vórðu 21 prógv handaði til nýútbúnar námsfrøðingar frá Fróðskaparsetri Føroya í almenna tiltakinum í Norðurlandahúsinum
Útvið 100 næmingar úr 5 ymsum fakdeildum hjá Fróðskaparsetrinum fingu í dag handað prógv. Millum annað næmingar á Námsvísindaligu deildini.
Rektari, Sigurð Í Jákupsstovu, bjóðaði vælkomin, og so vóru røður og tónleikur á skránni. Rebekka Manuela Behrens førdi fram røðu vegna tey lesandi, meðan Atli Gregersen, stjóri í Hiddenfjord, eisini førdi fram áhugaverda røðu um burðardygd og Føroyar.
Lea Kampmann sang og spældi tvey vøkur løg, og síðani var prógvhandan á skránni. Ábit og myndatøka av næmingunum endaði eitt hugnaligt tiltak í Norðurlandahúsinum.
Teir 22 útbúnu námsfrøðingarnir, saman við øðrum nýútbúðnum námsfrøðingum aðrastaðni frá, fáa 4. septembur innbjóðing frá Pedagogfelagnum um at koma á kunnandi fund.
You must be logged in to post a comment.