Fakfelagssamstarvið er styrkt munandi

Tíðindaskriv frá Fakfelagssamstarvinum

Fakfelagssamstarvið er styrkt munandi við nýggjari avtalu millum feløgini í samstarvinum, umframt at Heilsuhjálparafelag Føroya er vorðið nýggjur limur í Fakfelagssamstarvinum.

8.000 løntakarar standa nú aftan fyri Fakfelagssamstarvið, sum telur sjey fakfeløg á almenna arbeiðsmarknaðinum, eftir at Heilsuhjálparafelag Føroya hevur fingið limaskap í samstarvinum. Limafeløgini hava eisini styrkt samstarvið munandi við einari nýggjari avtalu, sum er grundarlagið undir Fakfelagssamstarvinum.

Fakfelagssamstarvið er styrkt grundað á eina nýggja avtalu, sum knýtir feløgini tættari saman at taka við teimum avbjóðingum, sum eru á arbeiðsmarknaðinum. Tað snýr seg alla tíðina um at tryggja øll rættindi hjá løntakarunum so væl sum yvirhøvur gjørligt.

Feløgini skrivaðu undir nýggju avtaluna á felags nevndarfundi í samstarvinum í Smæruni fyrrapartin.

Avtalan, ið frameftir verður grundarlagið undir Fakfelagssamstarvinum, skipar feløgini sum eina sterka eind, har limafeløgini í tættari samstarvi enn áður virka á arbeiðsmarknaðinum, tó at endamálið við samstarvinum enn er tað sama: “Fakfeløgini skulu hava størri styrki í samfelagnum og á tann hátt hava ávirkan á viðkomandi samfelagsmál.”

Nýggja avtalan gevur Fakfelagssamstarvinum eina sterkari almenna rødd. Ein rødd, ið hoyrist í almenna rúminum, og sum greitt talar sakina hjá lønmóttakarunum.

Fakfelagssamstarvið er nú skipað til tær uppgávurnar, ið samstarvið setir sær fyri at loysa, og á felags nevndarfundinum settu nevndirnar út í kortið, hvussu ymisku málini skulu røkkast. Fakfelagssamstarvið hevur seinastu tíðina m.a. arbeitt fyri at stytta arbeiðsvikuna og at fáa skipað viðurskiftini kring sálarliga arbeiðsumhvørvið á arbeiðsplássunum hjá limunum.

Limirnir í Fakfelagssamstarvinum eru: Starvsfelagið, Føroya Lærarafelag, Føroya Pedagogfelag, Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, Akademikarafelag Føroya, Havnar Arbeiðskvinnufelag og Heilsuhjálparafelag Føroya.

Við fakfelagskvøðu
Fakfelagssamstarvið