Námsfrøðingur og varaleiðari til Blákolluna í Klaksvík.
Er tað tær vit leita eftir? okkum tørvar ein námsfrøðing afturat í okkara góða starvsfólkahóp, og eisini ein varaleiðara, so kundi tú hugsa tær at ment tínar leiðslu førleikar so kann starvið sum varaleiðari verða eitt gott fet á leiðini við møguleika fyri persónligari menning og fakligari sparring. Og veist tú hvat? Børnini gleða seg at spæla við tykkum :)
Bæði størvini eru 35 tímar um vikuna, í vøggustovu og barnagarðsstovu, og vit hugsa at tú byrjar 11. august ella eftir nærri avtalu. Um tú hevur eitt ynski um fleiri ella færri tímar, kunnu vit gera nærri avtalu um hetta við setan.
Um Blákolluna
Blákollan er kommunalur dagstovnur, ið lat upp í 2001. Stovnurin liggur á Kjalarvegnum, við haga í nærumhvørvinum, og her búleikast vit í húsum í trimum hæddum, við eini stovu á hvørjari hædd. Vit hava tvær barnagarðsstovur við íalt 36 børnum og eina vøggustova við 10 børnum.
Vit eru ein stovnur, ið setur stórt fokus á góðan trivnað, og at geva børnunum ein innihaldsríkan og tryggan gerandisdag. Vit leggja okkum eftir at vera úti hvønn dag, millum annað gera vit túrar runt í Klaksvíkini, eitt nú á bókasavn, niðan í Borðoyavík, vitja á spæliplássum og øðrum virksemi, sum fer framm. Vit leggja stóran dent á, at vit vaksnu eru nærverandi og virkin saman við børnunum. Vit eru ein vælvirkin starvsfólkabólkur, og vit hava tað gott saman, og ynskja at mennast upp aftur meira, bæði fakliga og persónliga.
Sum námsfrøðingar í Blákolluni ert tú, saman við starvsfelagum tínum, við til at seta dám á námsfrøðiliga virksemi á stovninum, so at børnini fáa ein tryggan, mennandi, innihaldsríkan og stuttligan dag.
Vit arbeiða í løtuni við at endurnýggja okkara námsætlan, so ert tú nýhugsandi og torir at taka ábyrgd og avgerðir, so kann hetta verða eitt spennandi starv fyri teg.
Vit bjóða tær:
• Ein spennandi stovn ið er í menning viðvíkjandi námsætlan og virðisgrundarlag
• Eitt gott arbeiðsumhvørvið
• Fakligar og persónligar avbjóðingar
• Ein góðan, jaligan og vælvirkandivsfólkahóp
• Ein stovn, ið arbeiður við Betri Vinum
• Tveir ráðleggingardagar um árið, har stovnurin er stongdur, og arbeitt verður við ymiskum námsfrøðiligum evnum, og trivnaðarfremjandi átøkum
Vit vænta, at tú:
• Hevur útbúgving sum námsfrøðingur
• Hevur ein savnandi hugburð
• Ert opin, erlig/ur og fyrikomandi
• Hevur hug og evni at skapa ein fjølbroyttan, mennandi og tryggan gerandisdag fyri einstaka barnið
• Hevur góð samstarvs- og samskiftisevni og megnar at virka fyri góðum samstarvi við foreldur, børn og starvsfelagar
• Sær møguleikar fram um forðingar
• Vil vera við til at mynda stovnin framyvir
Sum varaleiðari skalt tú eisini:
• Hava dirvi, evnir og áhuga í leiðsluuppgávum
• Undirr ábyrgd og í samstarvi við stovnsleiðaran taka lut í fyrisitingarligu og námsfrøðiligu leiðsluni av virksemi stovnsins
• Vera fús/ur at taka á teg uppgávur í samstarvi við og eftir fyriskipan stovnsleiðarand
Seturnarviðurskifti:
Talan er um tvey starv á 35 tímar, at byrja 11. august 2025 ella eftir nærri avtalu. Løn og seturnarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Kommunala arbeiðsgevarafelagið og Føroya Pedagogfelag.
Um so er, at námsfrøðingur ikki søkir, kann atstøðingur ella hjálparfólk verða sett í eitt tíðaravmarkað starv.
Vit hava eisini tørv á avloysarum av og á, hevur hetta tín áhuga ert tú vælkomin at seta tey í samband við stovnaeiðaran.
Setanarsamrøður verða væntandi í viku 21-22, og arbeiðsgevarin hevur skyldu til at fáa barnaváttan, áðrenn setanin verður framd.
Skrivlig umsókn, saman við prógvi og viðmælum skal vera okkum í hendi seinast mánadagin 19. mai 2025.
Tú søkir starvið við at trýsta á knøttin ”Søk starvið her”, ið er niðast á síðuni.
Um hetta er nakað, tú brennur fyri, og vilt tú vita meira, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Unn Jarnskor Ellingsgaard, leiðara á tlf. 238895.