Søkt verður eftir námsfrøðiligum stuðli til Skála Skúla.
Søkt verður eftir námsfrøðiligum stuðli, í tíðaravmarkað starv skúlaárið 2025-2026
Starvið er við setanarbrotinum umleið 0,55.
Vit vænta, at tú ert fyrikomandi, og at tú fegin vil hava gott samstarv við leiðslu, lærarar, foreldur og næmingar.
Eisini verður væntað, at tú tekur undir við hugsjónini hjá skúlanum, um burðardygga menning.
Fyrimunur er at hava royndir, sum stuðul í fólkaskúlanum.
Lønar og setanartreytir:
Lønt eftir sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið. Námsfrøðingar verða løntir í lønarflokki 11-24. Starvið verða sett sum sáttmálasett starv.
Umsóknir við avriti av prógvi, c.v. og møguligum viðmæli, skulu verða skúlstjóranum í hendi í seinasta lagi týsdagin 20.mai kl.12.00
Umsóknir verða sendar í teldubrævi til nomi.jacobsen@skulin.fo
Meira fæst at vita um starvið við at seta seg í samband við Nomi Jacobsen, skúlastjóra á tlf. 237052 ella á t-post nomi.jacobsen@skulin.fo
Skála Skúli hevur komandi skúlaár 75 næmingar og 10 starvsfólk.
Tú kanst lesa meira um okkum á www.skalaskuli.fo