Námsfrøðiligur stuðul til Fuglafjarðar skúla.
Søkt verður eftir einum námsfrøðiligum stuðli til Fuglafjarðar skúla at byrja skjótast til ber. Talan er
um eitt farloyvisstarv fram til 18. juni 2026. Setanarbrotið er 0,58.
Søkt verður eftir námsfrøðingi, sum:
- undir ábyrgd leiðslunnar og í samstarvi við starvsfólk skúlans, taka lut í dagliga arbeiði
skúlans
- er fyrikomandi og sýnir jaligan hugburð mótvegis næmingum og starvsfeløgum
- dugir at samstarva og vil vera við til at menna skúlan
- vil fevna ymiskleikan og styrkja felagsskapin
- ynskir at kveikja hugin hjá einstaka næminginum til læring og menning
- hevur góðar kt-førleikar
- kann tillaga seg til skiftandi arbeiðsumstøður
- hevur áræði til at taka ábyrgd og dugir at síggja møguleikar
Arbeiðsuppgávurnar eru at veita námsfrøðiligan stuðul í flokkinum soleiðis, at næmingarnir, í hava
tørv á stuðli, megna skúladagin, mennast, læra, og verða stimbraðir til at taka lut í felagsskapinum.
Námsfrøðiligi stuðulin kemur at arbeiða í einum námsfrøðiligum stuðulstoymi.
Toymið samstarvar við førleikastovuna, leiðsluna og flokslærararnar. Námsfrøðiligi stuðulin er saman
við læraratoyminum við til at fyrireika, útinna og eftirmeta undirvísingina, og á tann hátt styrkja
næmingarnar fakliga, persónliga og sosialt.
Førleikakrøv
Tað er ein fyrimunur, um umsøkjari hevur útbúgving sum námsfrøðingur ella hevur royndir sum
námsfrøðiligur stuðil innan serøkið.
Um eingin námsfrøðingur søkir, verður hjálparfólk sett.
Lønar- og setanartreytir
Starvið verður lønt sambært avtalu millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið í lønarflokki 11-
24.
Hjálparfólk verða lønt í lønarflokki 3-9.
Umsóknir:
Umsóknir við CV, avritum av prógvum og møguligum viðmælum skulu vera skúlaleiðsluni í hendi í
seinasta lagi hósdagin, 13. novembur 2025, kl. 14.00. Umsóknin skal sendast við telduposti til
Berlys Toftadal, skúlastjóra, á teldupostbústað berlys.toftadal@skulin.fo
Nærri kunning um størvini fæst við at seta seg í samband við skúlastjóran, á tlf. nr. 238061.
Tann, ið settur verður, skal játta, at barnaváttan verður umbiðin.
Fuglafjarðar skúli hevur inniverandi skúlaár 311 næmingar í 1 .- 10. flokki. Í skúlanum starvast 35 lærarar, 3 námsfrøðiligir
stuðlar, 2 skúlaskrivarar, 3 húsavørðir, 1 heilsufrøðingur og 5 fólk í reingerðartoyminum. Skúlin leggur dent á at kveikja,
virða og menna.