Búmerkið hjá felagnum
06. jan. 2026

Starv í Stranda skúla.

Hetta starv verður lýst leys til setanar frá 9. február 2026:

 

Søkt verður eftir einum námsfrøðiligum stuðli

Søkt verður eftir námsfrøðingi í tíðaravmarkað starv 09.02.26. til 18.06.26. Lønarbrotið er 0,54).

Starvið verður lønt eftir sáttmála millum Føroya  Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið. Námsfrøðingar verða  løntir í lønarflokki 11-20, 11-21. Starvið verður sett sum sáttmálasett starv. Um umsøkjari við námsfrøðiligari útbúgving ikki søkir, kann hjálparfólk verða sett í starv.

Umsóknarfreistin er 19.01.26 kl.14

 

Fleiri upplýsingar um starvið fært tú við at ringja til skúlastjóran, Hans Petur Jacobsen, tlf. 232730.

______________________________________________________________________________________ 
Stranda skúli hevur hetta skúlaárið uml. 160 næmingar og uml. 20 lærarar. Tú kanst lesa meiri um skúlan á heimasíðuni www.strandaskuli.fo