Aðalfundur 2026.
Lýsing av aðalfundinum 2026
Aðalfundurin hjá Føroya Pedagogfelag verður á Hotel Føroyum leygardagin 7. mars 2026
Aðalfundurin byrjar kl. 13.30. Veitslan verður kl. 19.30.
Skráin er sambært lógum felagsins og sæst á heimasíðuni: https://pedagogfelag.fo/144
Freistin at melda til aðalfundin er 4. Mars. Limaskapur skal verða goldin innan 1. februar 2026 fyri at sleppa við til aðalfundin.
Soleiðis teknar tú teg til í ár:
Niðanfyri liggur eitt leinki, har tú meldar teg til sjálvan aðalfundin. Í tilmeldingini kanst tú svara um tú ynskir at luttaka í veitsluni um kvøldið. Um tú svarar ja, so fært tú eitt leinki sendandi, har tú kanst keypa atgongumerki til veitsluna.
Kostnaðurin fyri veitsluna er 400 kr. Endaliga freistin at tekna seg til veitsluna er 20. februar 2026 á midnátt.
Í tilmeldingarskjalinum verður tú biðin um at skriva hvar tú arbeiðir. Starvsfelagar verða so vítt gjørligt settir saman til veitsluna.
Vit hava fingið limakort. Um tú ynskir, so kunnu vit útflýggja tær títt limakort á aðalfundinum. Limkortini kunnu heintast áðrenn sjálvan fundin millum kl. 12-13.30.
Vit fáa ikki gjørt kortini á staðnum og tí er umráðandi at boða okkum frá í tilmeldingarskemaðinum, um tú ynskir hetta.
Leinkið til tilmelding er HER