Búmerkið hjá felagnum
16. jan. 2026

Barsilsavloysara fyri námsfrøðing til DR.MARGRETHU BARNAGARÐ.

Barsilsavloysara fyri námsfrøðing til

 DR.MARGRETHU BARNAGARÐ

 

Vit søkja eftir barsilsavloysara fyri námsfrøðing, 30 tímar um vikuna, +10 eyka tímar,

at byrja 01.03.2026, ella eftir nærri avtalu.


Eisini søkja vit eftir feriu og sjúkravikarum.

 

Arbeiðstíðin er millum 7.30 og 17.00.

Starvið er í barnagarðsstovu við børnum í aldrinum 3 til 5/6 ár.

 

Vit kunnu bjóða tær eitt lívsjáttandi starv, har barni er í fokus, har tú, saman við starvsfelagum og børnum, fart møguleikan at virka fyri einum innihaldsríkum, mennandi og góðan dag. Vit leggja stóran dent á, at tú ert nærverandi, dugir at arbeiða sjálvstøðugt og í einum toymi. At tú sært tørvin hjá tí einstaka barninum, sær møguleikar fram um mørk.

 

Stovnurin liggur væl fyri, mitt í býnum, tætt við skúlaøki, fótbóltsvøllin, rennibreytina, svimjuhøllina, ítrottarhallirnar, bókasavnið og onnur almenn spælipláss v.m., ikki langt frá fjøru og haga. Hesar fyrimunir brúka vit nógv.

 

Møguleikarnir eru nógvir at uppliva í nærumhvørvinum saman við góðum starvsfólkum og vælvirkandi barnabólki.

 

Lønar- og setanarviðurskiftir sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, lønarstig 11 / 24.
 
Meira fæst at vita, við at venda sær til  leiðaran Marjun Lassen á tlf. 212557 ella varaleiðaran Hedvig Waagstein, á tlf. 216734
 

Skrivlig umsøkn við prógvi, ummæli, o.ø, skal verða okkum í hendi í seinasta lagi hósdagin 29.01.2026, kl. 12.00.

 

Dr. Margrethu Barnagarður

Gerðagøta 14

F0 - 700 Klaksvík

T-post margretha@margretha.fo

 

Tú kanst lesa meir um okkum á heimasíðuni  www.margretha.fo