Námsfrøðiligur ráðgevi til Eysturkommunu.
Søkt verður eftir námsfrøðiligum ráðgeva til Eysturkommunu at byrja 01. mars ella eftir nærri avtalu. Talan er um starv á 40 tímar um vikuna.
Sum námsfrøðiligur ráðgevi mást tú:
- hava útbúgving sum námsfrøðingur við viðkomandi eftirútbúgving innan námsfrøði ella aðra viðkomandi útbúgving
- megna at arbeiða sjálvstøðugt, taka ábyrgd og seta mál
- hava góð samstarvsevnir og jaliga tilgongd til arbeiði
- vera opin fyri at skilja støðuna hjá øðrum og síggja loysnir
- megna at arbeiða við samansettum náms – og sernámsfrøðiligum avbjóðingum
- vera fakliga dagførd/ur og leggja teg eftir einum høgum fakligum støði
Uppgávurnar hjá námsfrøðiliga ráðgevanum eru m.a.:
- at ráðgeva starvsfólkum og foreldrum í námsfrøðiligum spurningum
- at gera námsfrøðiligar eygleiðingar av børnunum
- at gera menningarætlanir
- at menna TÍTT og aðrar menningarætlanir sum amboð á stovninum
- í samstarvi við stovnsleiðslurnar at menna námsfrøðiliga tilboðið á stovninum
Talan er um eitt fakliga mennandi starv við nógvum fakligum avbjóðingum.
Lønar- og setanartreytir
Starvið verður lønt sambært avtalu millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og er lønt á lønarstigi 19-26.
Sambært § 4, stk. 3, sbr. stk. 1 í løgtingslóg um barnaváttanir skal greitt tilskilast í starvslýsingum, at arbeiðsgevari hevur skyldu til at útvega barnaváttan, áðrenn setan verður framd. Tískil verður hervið kunnað um, at Eysturkommuna hevur skyldu til at útvega barnaváttan, áðrenn viðkomandi persónur, ið stendur til at fáa starvið sum námsfrøðiligur ráðgevi í Eysturkommunu, verður settur í starvið.
Umsóknir
Umsóknir við avriti av prógvi, lívsrensli og møguligum viðmælum skulu sendast til: eystur@eystur.fo
Umsóknarfreistin er fríggjadagin 30. januar 2026.
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Ova Heinesen, trivnaðarleiðara á telefon 730012.