613 limir nýtu høvið at atkvøða til nevndarvalið hjá Pedagogfelagnum

Nevndarvalið í samband við, at ein nevndarlimur skuldi veljast í nevndina hjá Pedagogfelagnum er nú avgreitt, hóast aðalfundur ikki hevur verið enn.

Úrslitið er nú greitt, og Harald Joensen er valdur í nevndina við 342 atkvøðum. Hitt valevni, Noomi Skorá, fekk 236 atkvøður, og verður hon tiltakslimur.

35 atkvøður vóru blankar.

Vit ynskja teimum til lukku við valinum.

Nevndin er nú fullmannað og verður hon skipað við næstforfólki og skrivara, tá umstøðurnar loyva tí.

Føroya Pedagogfelag