Búmerkið hjá felagnum
24. jul. 2026

Námsfrøðingar til Blákolluna.

Er tað tær vit leita eftir? Okkum tørvar tveir námsfrøðingar afturat í okkara góða starvsfólkahóp.

Um Blákolluna

Blákollan er kommunalur dagstovnur, ið lat upp í 2001. Stovnurin liggur á Kjalarvegnum, við haga í nærumhvørvinum, og her búleikast vit í húsum í trimum hæddum, við eini stovu á hvørjari hædd. Vit hava tvær barnagarðsstovur við íalt 32 børnum og eina vøggustova við 10 børnum.

Sum námsfrøðingur í Blákolluni ert tú, saman við starvsfelagum tínum, við til at seta dám á námsfrøðiliga virksemi á stovninum, so at børnini fáa ein tryggan, mennandi, innihaldsríkan og stuttligan dag.

Vit arbeiða í løtuni við at endurnýggja okkara námsætlan, so ert tú nýhugsandi og torir at taka ábyrgd og avgerðir, so kann hetta verða eitt spennandi starv fyri teg.

Vit bjóða tær:

Ein spennandi stovn ið er í menning viðvíkjandi námsætlan og virðisgrundarlag
Eitt gott arbeiðsumhvørvið
Fakligar og persónligar avbjóðingar
Ein góðan, jaligan og vælvirkandi starvsfólkahóp
Ein stovn, ið arbeiður við Betri Vinum
Tveir ráðleggingardagar um árið, har stovnurin er stongdur, og arbeitt verður við ymiskum námsfrøðiligum evnum, og trivnaðarfremjandi átøkum

Vit vænta, at tú:

Hevur útbúgving sum námsfrøðingur
Hevur ein savnandi hugburð
Ert opin, erlig/ur og fyrikomandi
Hevur hug og evni at skapa ein fjølbroyttan, mennandi og tryggan gerandisdag fyri einstaka barnið
Hevur góð samstarvs- og samskiftisevni og megnar at virka fyri góðum samstarvi við foreldur, børn og starvsfelagar
Sær møguleikar fram um forðingar
Vil vera við til at mynda stovnin framyvir

Setanarviðurskifti:

Talan er um tvey størv, á 30-35 tímar at byrja 1. september 2026 ella eftir nærri avtalu. Løn og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Kommunala arbeiðsgevarafelagið og Føroya Pedagogfelag.

Um so er, at ikki øll størvini verða mannaði við námsfrøðingum, kann atstøðingur ella hjálparfólk verða sett í eitt tíðaravmarkað starv.

Vit hava eisini tørv á avloysarum av og á, hevur hetta tín áhuga ert tú vælkomin at seta teg í samband við stovnsleiðaran.

Skrivlig umsókn, saman við prógvi og viðmælum skal vera okkum í hendi seinast sunnudagin 9. august 2026, arbeiðsgevarin hevur skyldu til at fáa barnaváttan, áðrenn setanin verður framd.

Tú søkir starvið við at trýsta á leinkjuna her: Námsfrøðingar til Blákolluna


Um hetta er nakað, tú brennur fyri, og vilt tú vita meira, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Unn Jarnskor Ellingsgaard, leiðara á tlf. 238895.