Í hesum parti vitja vit ADHD-felagið í Havn, har vit práta við Bjørg Dam, ið hevur verið forkvinna í felagnum síðan 2019, og við Biritu Kjærbo, sum er námsfrøðingur og eisini nevndarlimur í ADHD-felagnum.
Samrøðan fevnur eitt sindur víða – prátið kemur sjálvandi inn á námsfrøði á ymiskan hátt, men eisini inn á tað meira persónliga, sum Bjørg og Birita hava upplivað. Og harvið koma vit eisini inn á meira sálarfrøði- og samfelagsrelateraði evnir, sum tó eru rættuliga viðkomandi, bæði innan námsfrøði- og lærarayrkið og onnur yrki innan relatiónsarbeiði.

You must be logged in to post a comment.