8 av 10 ynskja útbúgving norðanfyri

Føroya Pedagogfelag hevur gjørt eina kanning millum hjálparfólkini í felagnum, í samband við nýggju ætlaðu námsfrøðiligur atstøðingur útbúgvingina til hjálparfólk á námsfrøðiliga starvsøkinum.

Pedagogfelagið hevur millum annað spurt limirnar um áhuga og møguleikar fyri at lesa víðari, hví tey vilja lesa víðari, og hvar tey ynskja útbúgvingina staðsetta.  

Úrslitið av kanningini vísur, at umleið helvtin ynskja sær útbúgving, men at aftur umleið helvtin av teimum siga staðsetingina hava avgerandi týdning fyri um tey fara at útbúgva seg ella ikki.

8 av 10 ynskja staðsetingina at verða í miðøkinum ella norðanfyri.  

Upp ímóti 120 hjálparfólk, sum er limir í Føroya Pedagogfelag, svaraðu kanningini. Miðalaldurin er umleið 43 ár og tey búgva kring alt landið. 

sí úrslitini niðanfyri: