Aðalfundurin er nú útsettur og verður hann ásettur seinni.
Vælkomin á aðalfund felagins 21. mars 2020 í Hotel Føroyar. Skrá sambart lógum felagsins.
Nevndarval
Valið er millum Noomi Skorá og Harald Joensen. Tit kunnu lesa meira um tey í pedagogblaðnum, ið kemur út fyrst í mars. Les blaðið her!
![](https://i0.wp.com/pedagogfelag.fo/wp-content/uploads/2020/02/noomi-2.jpg?resize=629%2C974&ssl=1)
![](https://i0.wp.com/pedagogfelag.fo/wp-content/uploads/2020/02/harald-2.jpg?resize=629%2C974&ssl=1)
Atkvøðugreiðslan fer fram talgilt, og verður “atkvøðuseðilin” sendur tær umvegis t-post. Ert tú limur, hevur tú valrætt.
Hevur tú ikki fingið t-post?
Um tú ikki hevur fingið t-post við atkvøðuseðilinum, kunnu hettar verða tvinnar orsøkir:
-Er tín t-postur rætt skrásettur í okkara skipan? Dagfør tínar upplýsingar HER.
-Møguliga er t-posturin farin í SPAM/uønsket mail.
Seinasta freist at greiða atkvøðu er fríggjadagin 20. Mars kl. 12.00.
Gestarøðari
![](https://i0.wp.com/pedagogfelag.fo/wp-content/uploads/2020/01/benny-andersen.jpg?resize=182%2C182&ssl=1)
Gestarøðarin í ár verður Benny Andersen. Benny er formaður í danska SL. SL er stytting fyri Socialpædagogernes Landsforening.
Les meiri um arbeiði hjá SL HER.
Fylg Benny á facebook HER.
Skráin 21. mars
Innskrivingin til aðalfundin byrjar klokkan 11.00.
Aðalfundirnir hjá ráðunum, byrja klokkan 12.00 og væntast felagsaðalfundurin at fara í gongd klokkan 14.30.
Borðhald verður fyri aðalfundarfólkinum kl. 19.00. Tilmelding er neyðug.
Seinasta freiðst at melda seg til er 14. mars klokkan 13.00.
Armbond til borðhaldi eru persónlig, og verða útflýggja við innskrivingina til aðalfundin.
You must be logged in to post a comment.