Føroya Pedagogfelag og Føroya Lærarafelag halda, at Føroyar eiga at taka ímóti flóttafólkunum úr Ukraina.
Námsfrøðingar, hjálparfólk og lærarar taka sær dagliga av børnum og ungum, tí eru vit ein sjálvsagdur partur í arbeiðinum at fyrireika, hvussu vit taka ímóti flóttafólkunum á dagstovnum og í skúlunum. Vit taka fegin við hesi uppgávu.
Okkara áheitan er tí, at vit verða tikin við uppá ráð.
Vegna Føroya Pedagogfelag og Føroya Lærarafelag
Jacob Eli S. Olsen, formaður
Jógvan Philbrow, formaður