Alt tað, tú ikki vilt, at onnur skulu vita um tína leiðslu.

Eykaaðalfundur í Smæruni  3. mai kl 10.30 til 16

Seinasta freist at melda til er longu i dag!

Kom og lurta eftir Elisabeth Hauge um Skomm.

Kensla av skomm hjá leiðarum snýr seg um alt tað, sum vit leiðarar ikki vilja, at onnur skulu vita um okkara leiðslu. Gerðir, eginleikar, fordómar, tankar og kenslur, sum vit goyma burtur, tí at teir ikki liva upp til ta fyrimynd, sum vit hava um, hvat ein ”góður” leiðari er.

Sálarliga arbeiðsumhvørvið hjá leiðarum er komið á dagsskránna, og fleiri kanningar vísa, hvussu leiðararnir hava tað. 8 av 10 leiðarum kenna einsemi til arbeiðis, og tveir av trimum leiðarum droyma um at skifta arbeiði sum skjótast. Bøkur um leiðslu siga okkum, hvørjar góðar eginleikar, vit skulu hava sum leiðarar, men autentisitetur og integrititetur hava trong kor, tá vit eru undir trýsti.

Evnisdagurin er grundaður á bókina ”Lederskam”, sum savnar eina røð av frásagnum frá toppstjórum og leiðarum í Danmark um tann partin av okkara leiðslu, sum verður goymdur burtur, og hon gevur eitt óvæntað og sjáldsamt innlit í, hvussu vit sum leiðarar – eisini – eru.

Elsebeth Hauge fer afturum ymiskleikan, mismunin, og setur sjóneykuna á, hvat tað er, sum starvsfelagar í framtíðini vilja hava – hvat tað man vera fyri eitt slag av leiðara, sum riggar í komandi tíðum, og sum dugir at skapa tann felagsskapin, sum er neyðugur fyri at kunna geva borgarunum góða dygd.

Tú fært venjingar, har tú kanst finna tínar egnu yvirlivingarmekanismur og blindu blettir – og góð ráð, so tit kunnu fara frá innantómum til minniríkar samrøður í tínum leiðarabólki ella tínum toymi.

Ein tankavekjandi dagur við einum royndum fyrilestrarhaldara, sum vinarliga argar tað, sum vit halda um okkum sjálvi og um okkara fyrimynd af tí dugnaliga leiðaranum.

Fyrilestrarhaldari:

Elsbeth Hauge er leiðslukjakari og rithøvundur. Hon hevur havt fleiri leiðslustørv bæði privat og almenn, og hon gav í 2020 út sína fyrstu bók ”Lederskam”, sum er eitt savn av frásagnum frá leiðarum um tær gerðir, kenslur, teir eginleikar, tankar og fordómar, sum teir ikki vilja, at onnur skulu fáa eyga á. Elsebeth arbeiðir hvønn dag við leiðarabólkum, sum gera sær greitt, at betri sjálvsinnlit, umhugsni og opinleiki eru vegurin til tað álitið, sum hevur avgerandi týdning fyri tí at skapa hægstu dygd.

Tú kann finna tilmeldingina her!