Altjóða barnarættindadagur

20. November er altjóða barnarættindadagur.

Hendan dagin gera vit vart við, at børn hava rættindi. Í 2019 vóru 30 ár síðani, at barnarættindasáttmálin hjá ST var gjørdur.

Eitt kut úr sáttmálanum er soljóðandi:
”3.  Tá ið tey vaksnu taka avgerðir, ið hava við børn at gera, skulu tey gera tað við støði í barnsins tørvi. Hetta merkir, at tey vaksnu altíð skulu hugsa um, hvat er gott fyri teg og hvussu teirra avgerðir koma at ávirka teg. Tú skalt fáa ta trygd og umsorgan tær tørvar. Tað er týdningarmikið, at tey vaksnu hugsa um barnsins tørv, tá ið avgerðin ávirkar nógv børn.”

Tilber at kunna seg meiri um barnarættindi á heimasíðuni hjá Barnabati her:
https://www.barnabati.fo/barnaraettindi/