Altjóða socialpedagogiskur dagur

2 oktober er altjóða social pedagogiskur dagur.

Social pedagogar, ella sernámsfrøði, er m.a. øll tey sum arbeiða við barnavernd, á vardum verkstøðum, sambýlum, bústovnum, eftirskúlum, stuðlar av ymiskum slag, í fólkaskúla, sum ráðgevar, á eldraøkinum og dagstovnaøkinum.

Altjóða social pedagogiska dagin varpa vit ljós á týdningin av sernámsfrøðini. Fyri mong eru social pedagogarnir tey sum fáa gerandisdagin og lívið annars til at hanga saman.

Altjóða felagsskapurin fyri pedagogisk fakfeløg, róptur AIEJI, sum Føroya Pedagogfelag er limur í, setir fokus á hetta hvørt ár við hassjtaggunum

#thefinestjobintheworld og

#socialeducator

Setið fokus á altjóða social pedagogiska dagin við at deila hesa myndina og hassjtaggini.

Hetta er jú heimsins týdningarmesta arbeiði vit gera!

Les meiri um felagsskapin á www.aieji.net