Avtala er gjørd um sjálvboðið arbeiði á eldraøkinum

Í samband við serstøku støðuna, ið samfelagið er komið í orsaka av covid-19 sjúkuni, hava Føroya Pedagogfelag og Kommunala arbeiðsgevarafelagið gjørt avtalu um starvsfólkini á dagstovnaøkinum, at hesi sjálvboðin kunnu átaka sær vaktir á eldraøkinum. Meðan nógvir dagstovnar standa manntómir, er tørvur á eyka starvsfólki á eldraøkinum.

Avtalan inniber, at starvsfólk sum átaka sær vaktir ella uppgávur á eldraøkinum, fáa sína vanligu løn. Um tey arbeiða meira enn teirra verandi setan, eru vanligu sáttmálatreytirnar galdandi, um meirtíð ella yvirtíð. Gjøldini fyri ólagaliga arbeiðstíð skulu eisini veitast, umframt, at arbeiðstíðaravtalan við Fíggjarmálaráðið eisini er galdandi fyri tey.

Vit skulu gera greitt, at tað stendur øllum í boði sjálvboðin at bjóða seg fram. Tey, ið av ymiskum orsøkum ikki bjóða seg fram, missa ikki nakra løn. Hædd skal takast fyri umstøðunum hjá tí einstaka starvsfólkinum, arbeiðstíð, familjuumstøðum, barnaansing, heilsustøðu, førleikum, og at fólk ikki verða sett til uppgávur, tey eru ótrygg við.

Tørvurin er ymiskur runt landið, og eisini er ymiskt, hvussu kommunurnar bera seg at, tá tey heita á starvsfólk. Í nøkrum kommunum seta leiðslurnar seg beinleiðis í samband við starvsfólkini, meðan aðrastani eru tilmeldingarlistar tøkir á netinum.

Tørvur er á øllum góðum kreftum at halda samfelagnum í gongd. Hettar er ein møguleiki hjá námsfrøðiligum starvsfólki at bjóða seg fram. Limirnir í Føroya Pedagogfelag gera longu eitt stórt arbeiði, undir umstøðum sum eru óvanligar. 

Vit vilja heita á øll, um at gera sítt til at fylgja ráðunum frá heilsumyndugleikunum, soleiðis at vit koma so væl sum gjørligt gjøgnum hesa undantaksstøðu.