Í døgunum 11. til 20. september verður dukkuleikurin MARIN sýndur í bygdarhúsinum við Gjógv. Sýningarnar verða kl. 09, kl.11 og kl.13 ella 14 og kl. 17. Leygardagin 14. og sunnudagin 15. september verður sýning kl. 17. Søgan MARIN tekur støði í søgnini BULKABARN úr bygdini. Aftan á sýningarnar er høvi at ganga støðini í søgnini. Neyðugt er at bíleggja atgongumerki frammanundan við at ringja ella senda eini boð á tlf. 517772. Við atgongumerkinum fylgir eitt kvæði, sum er søgugongdin í leikinum. Verði vælkomin Leiktrað v/Helenu Fríðheim |