Hannebeth á eftirløn eftir 52 ár

Tá Hannebeth Dam byrjaði á Vøggustovuni Yviri við Strond í 1968, bundu tey klæði upp á børnini og kókaðu blæur. Nógv er broytt síðani tá, men kærleikin til børnini er hin sami hjá Hannebeth, sum nú gevst eftir at hava arbeitt á sama stovni alt sítt vaksna lív – tað finst ikki betri arbeiði í verðini enn at sleppa at fylgja børnunum ta fyrstu tíðina í lívi teirra, sigur hon.
Ingolf S. Olsen – PRESS

Tað munnu vera tey fægstu, ið kunnu breggja sær av at hava havt sama arbeiðið á sama arbeiðsplássi alt lívið.

Men tað kann Hannebeth Dam í Havn.

2. juli fylti hon 67 ár, og 1. august gevst hon í vøggustovuni á dagstovninum Birkilund við Hoyvíksvegin í Havn.

Ein mánað seinni, 1. september, eru tað 52 ár síðani, hon byrjaði í vøggustovuni, sum tá húsaðist Yviri við Strond.

Les eisini: Ættarliðið hjá Hennebeth alstóran týdning

Sami stovnur

Tað var undangongukvinnan innan føroyska dagstovnaøkið Nancy Bjørklund, sum hevði tikið stig til hesa vøggustovuna – Vøggustovan Yviri við Strond – í 1965 saman við Birthe Toftegaard. Í 1972 varð flutt í onnur og rúmligari høli á Lützenstrøð, og har vóru tey, til bygningurin við Hoyvíksvegin stóð liðugur í 1983.

Tá fekk stovnurin navnið Vøggustovan og Barnagarðurin á Konmansmýru, men tá Tórshavnar Kommuna yvirtók hann í 2011, fekk hann navnið Birkilund. Til tá hevði talan verið um ein sjálvsognarstovn. Birkilund er ein samanskriving av nøvnunum hjá stovnarunum báðum, fornavninum hjá Birthe Toftegaard og eftirnavninum hjá Nancy Bjørklund.

So stovnurin er hin sami, hóast hann hevur havt tríggjar ymiskar bústaðir hesi nógvu árini, Hannebeth hevur arbeitt har, og ymisk nøvn.

Tó at barnagarðurin kom afturat í 1983, so hevur Hannebeth øll 52 árini burturav arbeitt í vøggustovuni.

Stór ábyrgd

Og sigast má, at broytingarnar hava verið bæði stórar og nógvar.

– Eg var 15 ár, tá eg byrjaði. Eg kom ein mánadag at arbeiða átta tímars dag – 40 tímars viku – og fekk ábyrgdina av eini stovu. Vit vóru tvær, sum skuldu taka okkum av 12 børnum, sum vóru frá umleið einum mánað til eitt ára gomul. Vit skuldu gera fløskur klárar og geva fløsku til tey, um mammurnar ikki kundu koma at geva bróst. Vit skuldu hava tey í bað, vaska klæði, vaska og kóka blæður, tí einnýtisblæurnar vóru ikki uppfunnar tá. Og so sótu vit ímillum børnini á gólvinum og bundu, tí tey fóru úr sínum egnu klæðum og í vøggustovuklæði, tá tey komu, og meginpartin – undirbuksur og undirtroyggjur og sovorðið – bundu vit sjálv. So tað var øgiliga nógv praktiskt arbeiði at gera allatíðina, greiðir Hannebeth frá.

– Tað hevur mangan runnið mær kalt niður eftir rygginum, tá eg havi hugsað, at eg fekk hesa ábyrgdina sum bara hálvvaksin. Tað var so nógv at hugsa um og ansa eftir, fløskan mátti ikki vera ov heit, og baðið mátti ikki vera ov heitt og sovorðið. Men tað var strang leiðsla, sjálvt um Nancy Bjørklund var ógvuliga góð við okkum. Tað var onki, sum æt, so tú tordi ikki at taka feil. Tú fekst at vita, at soleiðis og soleiðis skal tað gerast, so var tað kotað inn, og tað sat bara, sigur hon.

Nærkontakt

Men sjálvt um ógvuliga nógv var at gera, og hugtøk sum til dømis pedagogisk menning vóru býir í Russlandi, so fingu børnini eins nógv uppmerksemi og kærleika tá, og nú, hóast tað í dag eru lutfalsliga nógv fleiri pedagogar um børnini.

– Tað hevur altíð verið sera umráðandi fyri meg veruliga at hava eygnakontakt og nærkontakt við hvørt einstakt barn hvønn dag. Eg elski, tá eg sleppi at skifta teimum og leggja tey at sova, tí so veit eg, at eg havi havt hasa nærkontaktina 100 prosent við tey børnini, sigur Hannebeth.

Børn í bandi

Í dag siga reglurnar, at tað skulu altíð vera í minsta lagi trý vaksin inni í einari vøggustovu við 12 børnum, og fara tey út, skulu tað ongantíð vera meira enn tvey vøggustovubørn fyri hvønn vaksnan.

Hannebeth flennir, tá hon hugsar um gamlar dagar og skilið, ið ofta var, tí so strangar reglur vóru ikki tá.

– Vit fóru við 12 vøggustovubørnum í bandi, ígjøgnum býin, ein vaksin í hvørjum enda. Og tá tú hevur eitt so langt band, og tað eru smá børn, og slakki kemur í, so dettur miðjan altíð, og síðani detta øll hini. Tað hendi sjálvandi ofta, tá vit skuldu yvir um vegin. Og so var trafikkproppur í býnum, og summi flentu, og summi hildu, at tað var stór synd, pínsla av børnum og alt hatta har. Men, gaman í duttu tey viðhvørt, men onki av børnunum kom nakrantíð illa fyri, sigur hon.

Tíðliga og seint

At hava leingi opið í dagstovnunum er heldur ikki eitt nýtt uppfinnilsi, vísir hon á. Tí nógv tey fyrstu árini, hon arbeiddi í vøggustovuni, lótu tey upp klokkan 6.45 og stongdu ikki fyrr enn klokkan 17.45.

– Tað var tí, at tey, sum fóru tíðliga til arbeiðis, til dømis tey, sum arbeiddu á sjúkrahúsinum, skuldu kunna avlevera børnini, áðrenn tey fóru til arbeiðis, og í hinum endanum skuldu tey, sum til dømis arbeiddu í handlum, hava tíð at koma eftir sínum børnum, greiðir Hannebeth frá.

Tá hon byrjaði í vøggustovuni í 1968, var pedagogútbúgving ein rættiliga nýggj útbúgving yvirhøvur – í Danmark var tann almenna pedagogútbúgvingin byrjað í 1953 – og í Føroyum var hon ikki til. 

Men so líðandi komu pedagogar heim, sum vóru útbúnir í Danmark.

Tímdi ikki skúlan

Sjálv hevði Hannebeth roynt at sloppið at lesa til pedagog í Danmark og seinni eisini í Føroyum, men hon slapp ikki inn, tí hon hevði ov lítla skúlagongd.

– Eg havi sjey ára fólkaskúla og fór úr í 8. flokki, tí eg tímdi einfalt ikki at ganga í skúla. Áðrenn eg var 15, hevði eg ein dreym um at blíva telegrafistur. Tí eg hevði ein gubba, sum eg var so øgiliga góð við, og hann var telegrafistur, so tað skuldi eg verða. Men hann ráddi mær frá tí, tí hann væntaði at okkurt annað fór at koma, so tað ikki fór at blíva brúk fyri telegrafistum – hann man hava verið sera framsíggin.

– So bleiv tað hetta í staðin. Eg var ræðuliga smæðin, og eg minnist, tá mamma í mai mánað í 1968 fór við mær oman til Nancy Bjørklund at spyrja, um um hon ikki kundi geva mær arbeiði, tí mamma fekk meg ikki at ganga í skúla. Eg fekk so arbeiði at byrja í september, og tað má sigast at hava verið eitt plettskot, sigur hon.

Slapp ikki at lesa

Men prísurin hevur so verið, at hon ikki slapp at lesa námsfrøði og fáa pappírir upp á sínar førleikar.

– Tað er eitt sindur spell, men eg havi tó pappírir upp á, at eg eri góðkend at arbeiða sum pedagogur á vøggustovu á hesum stovninum, tí eg havi arbeitt so leingi, og í veruleikanum havi eg ongantíð havt brúk fyri meira útbúgving, sigur Hannebeth.

Tað er danska Socialstyrelsen, sum hevur góðkent pedagogisku førleikarnar hjá Hannebeth. Tá hon fór at arbeiða í vøggustovu fyri 52 árum síðani, var tað, sum í dag kallast dagrøkt, nevniliga danskt málsøki.

Tí er hon eisini í danskari pensjónsskipan sum ein sonevndur P76’ari. Pedagogar, sum vóru limir í danska Børneforsorgens Pensionskasse, og sum vóru settir í starv á millum annað føroyskum dagstovnum fyri 1. januar 1988, eru í hesi skipan.

Fyrstu pedagogarnir

Hannebeth minnist, at teir fyrstu útbúnu pedagogarnir heldur vildu arbeiða við teimum størru børnunum í barnagørðunum enn teimum smæstu.

– Ta fyrstu tíðina tímdu pedagogar ikki á vøggustovu, tí høvdið var so fult av vitan um okkurt meira spennandi – børnini í vøggustovuni vóru ov smá til tað. Ein segði “altso eg eri noydd til hetta her, men eg tími slett ikki á vøggustovu”, so sigi eg, “góða, hygg nú her, tað er bara at royna.” Tá eg møti henni í dag, sigur hon hvørja ferð, at starvsvenjingin í vøggustovuni – at síggja arbeiðið við teimum null til trý ára gomlu – var tað besta, sum var hent, tí tað fekk hana at skilja nøkur ting nógv betur.

– Tí, um tú fert at lesa til pedagog, og annars ikki hevur nakað serligt við børn at gera, kanska ikki eigur børn sjálv, so er tað øgiliga týdningarmikið at fáa tann partin við í vøggustovunum. Tí tað er í vøggustovualdrinum, at tann mest grundleggjandi innlæringin er. Og menningin við at duga at sita, duga at ganga, læra at siga tey fyrstu orðini og alt hatta har, hon fer fram í tí aldrinum, greiðir Hannebeth frá.

Júst tað, at hon sagtans kundi vera vegleiðari hjá pedagoglesandi, men ikki sjálv slapp at lesa til pedagog hvørki í Føroyum ella í Danmark, heldur hon vera rættiliga margháttligt.

– Tað minnist eg, at eg einaferð tosaði við Hildur Patursson, fyrrverandi forkvinnu í Pedagogfelagnum, um, og hon helt eisini, at tað var dupultmoralskt, sigur Hannebeth.

Lærd og ólærd

Onkuntíð, serliga í fyrstani, tá útbúnu pedagogarnir komu, kundu onkrar ósemjar vera ímillum teir og tey óútbúnu starvsfólkini um, hvussu farast skuldi fram, men tað stakk sjáldan serliga djúpt, minnist Hannebeth, og hon hevur eisini sjálv notið væl av útbúgvingini hjá øðrum.

– Ja, sjálvandi havi eg lært nógv av teimum, sjálvt um vit mangan eisini hava verið upp á kamp, og onkuntíð kundi tónin vera í stíl við, at ”tað skulu ikki koma nakrir nalvungar her og seta høvd upp á meg, eg veit nógv eisini”. Men eg havi altíð tikið ímóti, tá onnur vita betri, og tað hevur gingið báðar vegir. Tað hevur heldur ongantíð ligið nakað ljótt ella nakar beinleiðis illvilji aftanfyri, tá ósemjur hava verið. Tá vit hava møtst aftur nógv ár aftaná, hava vit manga flent at tí fyrstu tíðini.

– Fakliga hevur tað broytt seg fantastiska nógv til tað positiva síðani tá. Tí vit vistu onki um pedagogikk. Altso ein 15 ára gomul genta ella drongur, sum kemur inn á ein stovn í dag, sleppur neyvan út at skifta einum barni, uttan at onkur royndur er við, tí tey duga tað ikki. Men eg fekk ábyrgdina av einari stovu við 12 børnum sum 15 ára gomul.

– Men alt hetta við menning, tað bleiv tað ikki hugsað um, og tað var heldur ikki tíð til tað. Tú passaði børn og gjørdi alt tað praktiska. Men vit spældu við tey, og tey vóru rundan um okkum í øllum tí, sum var at gera. Vit høvdu ikki góðar umstøður at fara út, men Nancy hevði heklað eitt langt band, sum øll børnini so blivu bundin í, og so fóru vit túr – tvær við 12 børnum. Tað kanst tú ikki gera í dag, tað er ikki loyvt, sigur Hannebeth.

Tó at hon ikki hevur prógv sum námsfrøðingur, hevur hon gjøgnum árini allatíðina økt og styrkt sína fakligu vitan, serliga um vøggustovupedagogikkin.

– Eg havi tikið eina ørgrynnu av skeiðum ígjøgnum árini. Tú lærir eisini nógv í lívsins skúla, tú lærir eitt barn at kenna, og so lærir tú at fylgja tí. Sjálvandi hevur tú bara eitt sindur minni tíð til hvørt barnið, tá tað eru so nógv, sigur Hannebeth.

Minni í løn

Vantandi útbúgvingin gjørdi tó, at Hannebeth tey fyrstu árini fekk minni í løn enn útbúnir pedagogar. Minus-sjey-prosentarar blivu tey óútbúnu nevnd, tí skipanin var, at tey fingu sjey prosent minni í løn enn útbúnir pedagogar.

– Men tann skipanin bleiv tikin burtur seinni, og eg fekk løn sum hini. Tá hevði eg eisini arbeitt so leingi í fakinum, sigur hon.

Hvørki tað, at hon ikki slapp at útbúgva seg til pedagog, ella lægra lønin tey fyrstu árini, hevur tó nakrantíð fingið Hannebeth at troyttast av sínum arbeiði. Tí tað er kærleikin til smáu børnini, ið drívir verkið.

Elskar børnini

Hon hevur øll árini elskað sítt arbeiði, sigur hon, og tað er í fyrsta lagi, tí hon elskar børnini.

– Eg havi fleiri ferðir hoyrt spurningin, um tað ber til veruliga at elska børnini hjá øðrum. Og mítt svar er eitt greitt ja. Tað eru upp á ein annan máta, enn tá tað er eins egna, men tað veit Guð, at elski eg øll børnini í vøggustovuni, og tað havi eg altíð gjørt. Eg vil enntá siga, at tað ber ikki til at hava hetta arbeiðið, um tú ikki hevur kenslurnar við tær, sigur Hannebeth.

Sjálv eigur hon einkarsonin Hjálmar og eina ommudóttir.

– Sjálvandi hava teir nógvu góðu starvsfelagarnir ígjøgnum árini havt nógv at siga fyri trivnaðin, men nummar eitt er børnini. Vit geva teimum nógv, men tey geva dupult so nógv aftur. Eg meini tað, tað er onki betri, sigur Hannebeth og flennir so hjartaliga.

– Áh tú himmalsins faðir, foreldrini missa nógv. Og tað er barasta, barasta tað besta, sum kann vera, at eg sleppi at fylgja børnunum. Altso at koma ein dag til arbeiðis, sama um sólin skínur, ella tað er í himmalsins ódnarveðri, tú kemur inn, og so koma tey ímóti tær. Tað kann ikki sigast frá. Og so er tað hesin aldursbólkurin frá null til trý ár, tað er onki meira spennandi í verðini enn at síggja ta menningina, sum tey fara ígjøgnum – at fylgja við, tá tey koma í roksialdurin og at síggja tey vaksa og mennast, tað er so fantastiskt, greiðir hon frá.

– Men eg missi tey eisini hvørt ár. Tá eri eg akkurát sum ein stungin grísur hvørt summar. Men nú, síðani barnagarðurin eisini bleiv her, kann eg fylgja teimum, til tey fara í skúla. Tað er deiligt, sigur Hannebeth.

Ringt at siga bei bei

Tá tey bara høvdu vøggustovu og ongan barnagarð, vóru tað ikki nógv av teimum fyrrverandi vøggustovubørnunum, sum komu rennandi og søgdu hey við Hannebeth, tá tey møttu henni á gøtuni. Tí børnini ganga lutfalsliga stutt í vøggustovu og minnast sjáldan nógv frá tí aldrinum, so tey høvdu einfalt gloymt alt um hana.

Men síðani barnagarðurin kom afturat, er vorðð øðrvísi.

– Fyrr kendi eg øll børnini, tá tey blivu størri, men tey mintust ikki meg. Men tað gera tey nú, tí nú kann eg eisini fylgja teimum ígjøgnum barnagarðsaldurin. Sjálvt um eg bara arbeiði í vøggustovuni, so er barnagarðurin í sama húsi, og eg sígg tey og práti nógv við tey, greiðir Hannebeth frá.

Men at siga bei bei við nøkur hvørt summar, sum ikki skulu aftur í vøggustovu, tað venur hon seg ongantíð við.

– Tað er eisini tí, eg verji meg so óluksáliga væl nú og ikki vil siga farvæl her beinanvegin, men bíða til eftir summarferiuna. Tí eg eri ein ræðulig tútimaria, altso, sigur Hannebeth við vátum eygum, men mannar seg so upp og sigur brosandi:

– Men í dag eri eg sterk.

Ígjøgnum árini hevur hon eisini havt ta frægd at hava bæði børn og ommu- og abbabørn hjá teimum børnunum, sum gingu í vøggustovuni tey fyrstu árini, undir sínum veingjabreiði í vøggustovuni.

Giktin nívir

Hannebeth Dam hevur eitt sera lætt og positivt lyndi, og flennir nógv og hjartaliga. Kensluborin, sum hon er, hevur hon eisini lætt við at fella tár. Men eisini tí flennir hon at.

Ikki at tað altíð hevur verið so nógv at flent at hjá Hannebeth, tí persónliga hevur arbeiðið og lívið sum heild verið sera avbjóðandi til tíðir. Hon var nevniliga bara 26 ár, tá hon fekk staðfest Morbeus Bechterew, sum er ein giktasjúka, ið setir seg í geislaraðið í rygginum og upp í nakkan, og hon stríðist eisini við psoriasisgikt.

– Eftir øllum at døma er tað arvaligt, tí gikt er í báðar ættir. Omma mín gekk á øllum fýra, so hon hevur helst havt tað, men tá segði man bara, at hon var slitin av gikt og boygd av elli, sigur Hannebeh.

Børnini halda meg unga

Sjálvt um giktin í rygginum og nakkanum ikki var staðfest, fyrr enn hon var 26, hildu læknarnir, at hon tá helst hevði havt sjúkuna í eini tíggju ár, so hon hevur drigist nógv við pínu alt sítt vaksna lív. Men eisini pínuni vinnur kærleikin til børnini og arbeiðið á.

– Eg vil siga, at tað eru tey, sum hava hildið meg unga og eisini hjálpt mær at berjast ímóti sjúkuni. Eg havi mangan bart meg niðan í Vøggustovuna, bitið pínuna í meg, og tá eg so komi inn her, so fái eg hesi klemmini og mussarnar og snorið og alt annað, so er dagurin fullkomiliga reddaður, sigur Hannebeth.

Rørsla og varmi

Fólk við Morbeus Bechterew kunnu vera illa kropin og eru ofta stív í rørslunum, men onki av hesum sæst á Hannebeth henda dagin.

– Nei, eg eri passaliga tvør til, at tað ikki sæst á mær, tað sigur Pero (giktalæknin, blðm.) eisini, flennir hon, men skundar sær so at leggja afturat:

– Áh jú, eg havi dagar, har tað sæst ordiliga væl. Nú havi eg akkurát fingið eina sproytu við binýrubarkhormoni, tað hjálpir eina tíð. Eg havi tað í nakkanum og mitt í rygginum, men eg havi gingið nógv til fysioterapi, og skal ganga nógv. Fyrr fingu tey at vita, at tey skuldu liggja still í songini. Men tað er tað ringasta, tú kanst gera. Tað besta er at svimja, ganga í haga – á ósløttum lendi – og so er tað hiti, tað er so ógvuliga gott við varma.

Tillagað starv

Hannebeth er takksom fyri, at hon hevur havt møguleika at arbeiða í tillagaðum starvi í vøggustovuni, tí annars hevði giktin fyri langari tíð síðani sent hana heim. Við tillagaða starvinum hevur hon kunnað arbeitt eftir førimuni, ella so nógv, sum sjúkan hevur loyvt henni. Vøggustovan rindar lønina fyri tímarnar, hon arbeiðir, meðan Almannaverkið rindar rest, so hon tilsamans fær fulla løn.

Alt er skrúvað saman við støði í læknaligum metingum.

– Eg prísi meg lukkuliga fyri, at hesin møguleikin finst. Um eg ikki hevði havt hann, so vænti eg, at eg hevði verið rættiliga ung, tá eg hevði verið noydd at farið heim og blivið fyritíðarpensjonerað, sigur Hannebeth.

Aktiv pensjónstilvera

Men nú verður hon so pensjonerað.

– Eg kundi hildi á, til eg bleiv 100, tí eg elski tað, og fyri meg er aldurin bara eitt tal. Men nú haldi eg kortini, at onkur annar skal sleppa fram at, sigur Hannebeth, sum tó ikki fer at siga nei, um vøggustovan onkuntíð manglar ein avloysara í einari knappari vending.

Hon óttast tó ikki fyri at fara at keða seg sum pensjonistur.

– Eg havi eitt hús, sum eg ikki havi tikið mær av í longri tíð, og ein stóran hava. Nú fari eg geva mær tíð og skal ikki altíð leggja okkurt frá mær, tí eg skal til arbeiðis. Eg fari heilt víst at taka mær nógv meira av ommudóttrini, og í heyst ætli eg í kvøldskúla. Eg havi altíð ynskt at duga at mála, so tað ætli eg at fara at royna. Eg áni ikki, um eg dugi, so tað fer nokk at ganga striltið, men eg ætli mær at royna tað – eg sigi sum Pippi, at hatta havi eg ongantíð roynt fyrr, so hatta fari eg heilt sikkurt at klára, sigur Hannebeth við sínum hjartaliga látri.

Les eisini: Ættarliðið hjá Hennebeth alstóran týdning


– Áh tú himmalsins faðir, foreldrini missa nógv. Og tað er barasta, barasta tað besta, sum kann vera, at eg sleppi at fylgja børnunum. Altso at koma ein dag til arbeiðis, sama um sólin skínur, ella tað er í himmalsins ódnarveðri, tú kemur inn, og so koma tey ímóti tær. Tað kann ikki sigast frá, sigur Hannebeth Dam

Hannebeth hevði givið strang boð um, at onki skuldi gerast burtur úr hennara seinasta arbeiðsdegi, men tað løgdu bæði starvsfólk og børn vertin á – hon fekk bæði gávur, talur og upp í leypar av mussum og klemmum. Á myndini flokkast børnini um Hannebeth, vinstrumegin, og Súsonnu Hoydal Thomassen, hjálparfólk, sum vegna starvsfólkini handaði Hannebeth gávu og segði nøkur orð


Nógvar kenslubornar løtur vóru henda dagin, men tað er stutt ímillum tár og látur hjá Hannebeth. Vinstrumegin hana stendur Sanna á Løgmansbø, og høgrumegin er tað Súsanna Hoydal Thomassen.