Harðskapur á námsfrøðiliga økinum eigur ikki verða góðtikin í tann mun tað verður í dag
NFFS – norðurlendski felagskapurin fyri sosialpedagogar – hevði stýrisfund í Nuuk í Grønlandi 5. og 6. juni. Pedagogfelagið var umboðað við Jógvan Philbrow á fundinum. Eitt av høvuðsevnunum var hóttanir og harðskapur í arbeiðslívinum hjá námsfrøðingum.
Trupulleikan við harðskapi og hóttanum innan námsfrøðiliga økið kenna vit eisini her í Føroyum. Seinast við grova “øksnarmálinum”, har stjóri í Almannaverkinum Edward Heen í miðlunum hevur víst á trupulleikarnar at finna røttu loysnirnar til borgarar við m.a. sálarsjúku.
Ein kanning frá 2016 hjá Almannaverkinum vísti, at 36% hava upplivað harðskap í samband við starv teirra í 2016. Líknandi kanning í Íslandi staðfesti, at 44% av námsfrøðingum innan sosialpedagogiska arbeiðsøkið uppliva harðskap, og í Danmark var talið 32% í 2017.
Harðskapur kann elva til nógva strongd, og síggja vit eisini innan námsfrøðiliga økið yvirumboðan av strongd samanborið við aðrar arbeiðsbólkar á arbeiðsmarknaðinum.
NFFS heldur ikki hetta kann góðtakast, og krevur handling frá politiskum myndugleikum. NFFS spyr um nakað annað fakøkið hevði góðtikið, at so nógv starvsfólk uppliva harðskap í sínum starvi.
Við Norra sum undangongu land, sum longu hevur gjørt eitt stórt arbeiði á økinum, mælir NFFS til, at nýggjar viðtøkur verða viðtiknar í lógini um arbeiðsumhvørvi í øllum norðanlondum, har greið krøv skulu setast til arbeiðsgevara í samband við harðskap og hóttanir á arbeiðsplássum.
Starvsfólk skulu kunnu kenna seg trygg. Neyðugt er at førleikamenna og at tryggja røttu normeringarnar. Strongda arbeiðsumhvørvið má avmarkast mest møguligt, so tænastan til borgaran verður so góð sum gjørligt.