Hvussu kann tað bera til

Politiski myndugleikin grætur krokodillutár, alt meðan tey ið hava tørv á, at almennu Føroyar veitir eina haldgóða tænastu gjøgnum Almannaverki, eru niðurraðfest. 

Fyrst undraði tað onkran politikkara, at tilboðini vóru skerd í feriutíð – nýggj tíðindi fyri ávísan politikkara, hóast vit hava gjørt vart við hetta í áravís, uttan at nakar hevur givið tí ans. Men, tá Pedagogfelagið fer í verkfall og støðan hjá hesum minnir um feriutíð, tá verður dugliga rópt um neyð og elendigheit.  

Nú kemur Landsgrannskoðanin so eisini fram við, at spart verður uppá íløgurnar, tó at tørvurin og ein partur av peninginum er tøkur.  

Fyri okkum, ið síggja raðfestingarnar á økinum og hvørjar avleiðingar hesar raðfestingar hava, er gongdin ræðandi. Tí umframt manglandi játtan til verandi starvsfólk, verða íløgur heldur ikki gjørdar í at varðveita ella økja um tilgongdina í starvsfólkahópinum hjá Almannaverkinum.  

Hvørki við at økja um talið av námsfrøðilesandi, ella við at gera hesi størv meira lokkandi. Tað eyðsýnt, at betri løn, arbeiðsumstøður og setanartreytir eiga at vera ein sjálvfylgja um ætlanin er, at almennu Føroyar framvegis skulu veita hesar lívsneyðugu tænasturnar. 

Eftir raðfestingini av bygningunum til borgaran og starvsfólki at døma, tykist kósin tó at vera ein avlagan av vælferðarsamfelagnum.  

Men – tit politikkarar fáa gjørt vart við tykkum eina løtu, við at seta onkran spurning á tingið, sleppa í miðlarnar og gráta nøkur krokodillutár, alt meðan kósin og niðurlagingin heldur fram.