Vit skriva nú 2025, og tað er ofta soleiðis, at eitt nýtt ár leggur upp til eina nýggja byrjan, og vit kunnu hyggja aftur á árið, sum er farið. Samstundis kunnu vit steðga á og minna okkum á veruleikan, sum vit liva í.
Ein onnur samtíð og vaksandi krøv
Vit liva í eini tíð, har ferðin í samfelagnum er hægri enn nakrantíð. Broytingar henda skjótari og skjótari, og tøknin hevur flutt allan heimin beint niður í okkara lummar. Henda lætta atgongdin til kunning, samskifti og nýggjar møguleikar hevur tó eisini avbjóðingar við sær. Nærveran og kvirran, ið áður vóru ein sjálvsagdur partur av okkara gerandisdegi, tykjast at hvørva. Tað er millum annað her, at námsfrøðiligt arbeiði fær serligan týdning. Vit, ið arbeiða námsfrøðiligt, eru tey, ið halda fast í tí menniskjaliga, og harvið eru vit við til at tryggja, at grundleggjandi tørvir okkara verða møttir. Grundleggjandi tørvir hjá menniskjum – at verða sædd, hoyrd og vird – eru líka týdningarmiklir í dag, sum teir altíð hava verið. Øll, sum arbeiða við menniskjum, hava ein serligan leiklut í at skapa rúm fyri relatiónum og trivnaði. Eg síggi hetta ikki bara sum eina arbeiðsuppgávu, men eitt kall, ið krevur bæði fakligan førleika og persónliga nærveru.
Nærvera og kvirra sum grundarsteinar
At vera nærverandi er ein av grundarsteinunum í relatiónsarbeiði. At vera veruliga nærverandi merkir, at tú ert bæði kropsliga og sálarliga til staðar. Tað snýr seg um at leggja tað, sum kann órógva burtur, og at hugsavna seg um løtuna saman við tí einstaka. Tá ið tað menniskjað, sum vit eru saman við, merkir, at vit veruliga geva teimum okkara fulla uppmerksemi, skapa vit eitt trygt rúm, sum skapar grundarlag fyri menning og trivnaði. Kvirran, hinvegin, gevur rúm fyri refleksjón og sálarligari javnvág. Í hesari tíð, sum vit liva í, har stór kapping er um okkara uppmerksemi, kunnu stillu løturnar geva børnunum, ungdóminum, teimum eldru – ja, okkum øllum eitt rúm, har vit bara kunnu vera í okkara egnu tonkum og koma í samband við okkara kenslur. Tað eru uttan iva nógv starvsfólk, sum eru tilvitað um júst hetta, men eg haldi, tað er týdningarmikið at seta orð á tað, tí tað hevur ongantíð havt so stóran týdning sum nú. Starvsfólk, sum geva rúm fyri slíkum løtum, eru við til at halda fast í einum sera týdningarmiklum parti av tí at vera menniskja.
Refleksjón: At gerast enn betri
Ein annar grundleggjandi partur í námsfrøðiligum arbeiði er refleksjón. At reflektera yvir okkara arbeiði er ikki bert hjálp til at skilja, hvat vit hava gjørt – tað er eisini ein møguleiki til at menna okkum og gerast enn betri. Við at steðga á og hyggja aftur á tær avgerðir og gerðir, vit hava gjørt, fáa vit høvi at til læra av okkara royndum. Refleksjón kann hjálpa okkum at síggja, hvussu vit kunnu bøta um okkara arbeiði og stuðla teimum, vit arbeiða við upp á ein enn meira viðkomandi og mennandi hátt. Refleksjónin gevur okkum møguleika at spyrja: “Hvat riggaði væl? Hvat kundi eg gjørt øðrvísi? Hvussu kann eg tryggja, at tey, eg arbeiði við, fáa best møguligu umstøður til at mennast og trívast?” Refleksjónin er ein lykil til bæði at skilja tað, vit gera, men eisini, hvussu vit sjálvi verða ávirkað av okkara arbeiði. Hon ger okkum tilvitað um okkara egnu kenslur, styrkir og avbjóðingar, og hon ger okkum før fyri at møta avbjóðingunum í arbeiðinum við einum meira opnum og fakligum sinni.
At varðveita tað menniskjaliga mitt í broytingum
Hóast samfelagið broytist skjótari enn nakrantíð, so eru tað tey millum annað hesu grundleggjandi virðini, sum eg havi nomið við – nærvera, álit, kvirra og refleksjón – ið eru við til at tryggja okkara arbeiði. Relatiónsarbeiði, sum verður gjørt hvønn dag, hevur størri týdning enn nakrantíð. Tað er ígjøgnum nærveru, fakliga refleksjón og vilja til at læra, at vit skapa umstøður, har menniskju kunnu trívast og mennast. Tað er umráðandi, at vit øll virðismeta hetta arbeiði, tí tað hevur ómetaligt virði og ómetaligan týdning – ikki bara fyri tey, sum vit arbeiða við, men fyri alt samfelagið. Relatiónsarbeiðið er kjarnin í trivnaði og menning, og tí er leikluturin als ikki til at taka feil av.
Eitt nýggjár við stoltleika og takksemi
Lat hetta nýggja árið verða eitt ár, har vit framhaldandi virðismeta okkara egna arbeiði og síggja týdningin av tí, sum vit gera. Verið errin av tykkara innsatsi og minnist til, at tað er í teimum smáu, ósjónligu løtunum – í nærveruni, í kvirruni og í fakligu refleksjónini – at vit gera størsta munin. Eg vil ynskja tykkum eitt vælsignað og gevandi 2025, har tit kunnu halda fram við at gera tað, sum tit duga so væl. Takk fyri alt tað, sum tit geva – tit mynda veruliga framtíðina!