Stórar sparingar framdar á dagstovnaøkinum

Omanfyri 2818 starvsfólkatímar mangla í um vikuna, á dagstovnaøkinum, bara fyri at koma upp á sama støði sum í 2017. Hetta svarar til umleið 20 milliónir bara fyri ár 2020. Jú tú læs rætt: 2818 tímar um vikuna.

Vit fegnast um, at stórt sæð øll, sum bjóða seg fram til býráðsvalið í Tórshavn vilja raðfesta dagstovnaøkið hægri. 

Vit fegnast eisini um, at politikarar tykjast vilja játta fleiri pengar til økið.  

Tølini vit sita við vísa, at frá 2017 til 2020 eru 10 námsfrøðinga ársverk færri á økinum, hóast barnatalið á dagstovnum og frítíðarskúlum er økt við 425 børnum sama tíðarskeið.  

Tilsamans eru bert 12 fleiri ársverk á økinum, og er talan í serligan mun um óroynd og ung fólk. 

Hetta merkir, at normeringarnar eru blivnar nógv verri seinastu árini. Í rundum tølum merkir hetta, at runt alt landið, er bert 1 ársverk sett inn, fyri hvørji 35 børn ið koma á stovn.

Samlað í vøggustovum, barnagørðum og frítíðarskúlunum kring landið eru í dag 4.633 børn, meðan barnatalið í 2017 var 4.208.

Við umleið 829 ársverkum til starvsfólk í dag. merkir tað, at í miðal er ein hálvur tími tikið burtur fyri hvørt barn um vikuna seinastu 3 árini. Týdningarmiki er at nevna, at størsta økingin í barnatalinum hesi árini er millum tey 1-4 ára gomlu, og veruleikin er, at yngri barnið er, meira tíð krevur tað. 

Vit síggja á okkara tølum, at flestu starvsfólk á kommunalu vøggustovunum, barnagørðunum og frítíðarskúlunum arbeiða niðursettan arbeiðsbrøk, harav 80% arbeiða millum 25 og 35 tíma viku. Orsøkin er, at tað er torført at megna at strekkja seg til ein heilan gerandisdag og at skipanin leggur upp til niðursettan arbeiðsbrøk. 

Samstundis síggja vit, at starvsfólk støðast ikki á arbeiðsplássunum. Um 30% hava skift starv sístu tvey árini. 

Hetta er samlaða myndin um alt landið. 

Okkara boðskapur til komandi politikkarar í bygdarráðum og býráðum er tí einfaldur. Vilja tit barninum á vøggustovuni, í barnagarðinum, í frítíðarskúlanum og ungdómshúsinum væl, mugu tit raðfesta tey. Føgur orð  eru ikki nokk, neyðugt er at játta nógv fleiri pengar til økið, og geva starvsfólkunum virðiligar umstøður. 

Tað eru longu færri faklærd og færri tilkomin starvsfólk á kommunalu stovnunum. Lógin um dagstovnar og dagrøktir er longu brotin, tit hava møguleikan at gera nakað við trupulleikan. 

Lata tit standa til, eru tað børnini, komandi ættarliðið, sum gjalda hægsta prísin.

Jógvan Philbrow
FØROYA PEDAGOGFELAG