Kreativar loysnir eiga at gerast fyri at fáa bilbugt við starvsfólkatrotið

Stórur tørvur er á starvsfólkum innan námsfrøðiliga yrkið. Hetta er støðan hjá Almannaverkinum, har stjórin Edvard Heen enn einaferð hevur verið úti og mint á, at Almannaverkið hevur tørv á 60 til 80 starvsfólkum afturat um árið komandi 10 árini. Hetta umframt, at mangul longu er í dag.

Sama søgan innan kommunalu tilboðini, har starvsfólktrotið á dagstovnum, frítíðarskúlum og klubbum eisini er ein avbjóðing.

Í Danmark hava tey onkrar trupulleikar, ið minna um okkara á námsfrøðiliga økinum, og her eru, í fylgju DR.dk  onkur kommuna farin í gongd við at lokka við at bjóða 15.000 kr. í viðbót til nýútbúnar námsfrøðingar, um tey søkja sær starv hjá teimum komandi árið.

Vit í Føroya Pedagogfelag hava leingi víst á, at neyðugt er at gera nakrar ábøtur á økið. Loysnirnar eru m.a. at finna við at bøta um lønarlag og arbeiðsumstøður.

Tá KAF (Kommunala arbeiðsgevarafelagið) og Fíggjarmálaráðið hava so torført við at finna loysnir, er tað kanska tíð at arbeiðsgevararnir, ið skulu reka stovnarnar, vísa á og fremja nakrar meira kreativar loysnir. Tí eitt er vist – starvsfólktrotið heldur fram, um ikki okkurt verður gjørt fyri at bøta um umstøðurnar.

https://www.dr.dk/nyheder/seneste/kommuner-lokker-med-15000-kroner-i-ansaettelsesbonus-nyuddannede-paedagoger