Kristina Háfoss lovar betri og tryggari samfelag

Hóast nógvar íløgur vil Fíggjarmálaráðið tálma rakstarútreiðslurnar

Í samband við framløgu av fíggjarlógaruppskotinum hjá Fíggjarmálaráðnum fyri 2018, sum samgongan hevur gjørt saman við Sjálvstýri, kunnu vit vænta fleiri íløgur komandi ár.

Føroyar skulu gerast meira sjálvbjargnar, samhaldsfastari og meira tíðarhóskandi. Avlopið í landskassanum er tað hægsta síðani 2001, útflutningurin nærkast 9 milliardum, og 700 fleiri løntakarar eru í mun til í fjør.

Væntandi verða rakstarútreiðslurnar øktar við 1,9%, ímeðan íløgurnar vaksa við 137 milliónum krónum.

Ætlanin er at betra um bústaðarmøguleikarnar við nýbygging og lóggeving. Mentan, eftirlit og heilsuverk skulu styrkjast við einum nýggjum tjóðpalli, størri játtan skal veitast til Arbeiðs- og brunaeftirlitið, og dagtilboð til børn og ung á Psykiatriska Depilinum skal setast á stovn – fyri at nevna nøkur dømi.

200 milliónur eru settar av til bygging og umvælingar á sosiala økinum. Nýtt barnaheim skal byggjast, og heim til heimleys er eisini á fíggjarlógini fyri 2018. Barsilsskipanin hækkar úr 44 til 46 vikur, og upphæddin hækkar eisini. Umframt tað fáa fyrrtíðarpensionistar 1000 krónur meira í pensjón um mánaðin komandi ár.

Tálma rakstrarútreiðslurnar

Fráboðanin frá Fíggjarmálaráðnum er tó eisini, at hóast vøksturin í rakstrarútreiðslunum er settur at verða 1,9%, so skulu rakstrarútreiðslurnar tálmast. Hugsast kann tí, at Fíggjarmálaráðið vil royna at halda lønarvøkstrinum niðri. Tað kann geva harðar samráðingar komandi tíðina.

Ítøkilig uppskot vóru heldur ikki til hvussu avbjóðingarnar við stóra fólkavøkstrinum skulu loysast í almenna geiranum.

Íløgur í menniskju

Ynskja vit einar tíðarhóskandi og samhaldsfastar Føroyar, so er eisini neyðugt at bøta um viðurskiftini hjá teimum starvsfólkum og starvsbólkum, sum størsti tørvurin er á. Starvsbólkar, sum skulu lofta okkara økjandi fólkatali. Íløgur skulu ikki einans gerast í hørðu virðini. Neyðugt er eisini at gera íløgur í besta tilfeingi vit hava her á landi; fólkið sum her býr.

Tað almenna hevur spart nóg nógv nú – tíðin er búgvin til, at fíggjarmálaráðið ítøkiligani vísur á hvussu góðskan hjá teimum heitu hondunum kann hækka!

Les meira um fíggjarlógaruppskotið her

Føroya Pedagogfelag

Viðmerk