Aðalfundurin hjá Føroya Pedagogfelag verður á Hotel Føroyum 21. mars 2020. Skráset teg til dagin niðast, her á síðuni.
Skráin fyri fundin er sambært lógum felagsins. Finn lógir felagsins her.
Les eisini: Donsk vitjan á aðalfundinum
Uppskot til aðalfundin
Ynskir limur uppskot viðgjørt á aðalfundinum, skal uppskotið latast nevndini, við skrivligari váttan frá viðkomandi uppskotsstillara, og vera nevndini í hendi í seinasta lagi 1. februar. Hetta kundi t.d. verið broytingar í lógum felagsins.
Sama er galdandi fyri uppskot um ásetan av limagjaldi.
Val av nevndarlimum
Uppskot til valevni, saman við váttan frá tí uppstillaða, skulu vera felagnum í hendi í seinasta lagi 1. februar.
Til aðalfundin skal veljast 1 limur í nevnd felagsins fyri eitt 2 ára skeið.
Ráðini
Hjálparfólkaráðið, Námsfrøðingaráðið og Leiðararáðið hava aðalfund fyrrapart.
Í Leiðararáðið skulu veljast 2 ráðslimir. Hjálparfólaráðið og Námsfrøðingaráðið eru fullmannaði.
Uppskot til ráðslimir, saman við váttan frá tí uppstillaða, skulu somuleiðis vera felagnum í hendi í seinasta lagi 1. februar.
Send inn til:
Uppskot skulu sendast til
Føroya Pedagogfelag
Tungugøta 1
100 Tórshavn
ella til: pedagog@pedagogfelag.fo.
Viðmerk “uppskot til aðalfundin”.
Talgilt val
Vit skulu minna á, at til aðalfundin 2020 fer valið til nevnd og ráð at vera talgilt. Fyri at kunna taka lut í valinum, hevur tað sera stóran týdning fyri teg, at felagið hevur tínar røttu upplýsingar.
Tað er ábyrgdin hjá liminum, at felagið hevur røttu upplýsingar um bústað, t-post, telefon v.m.
Upplýsingarnir kunnu sendast inn HER.
Gestarøðari
Gestarøðarin í ár verður Benny Andersen. Benny er formaður í danska SL. SL er stytting fyri Socialpædagogernes Landsforening.
You must be logged in to post a comment.