Lat ikki politikk avgera staðsetingina av einum nýggjum barnaheimi.

Tað er sjálvandi at fegnast um, at politisk valevni til komandi løgtingsval vísa barnaheiminum áhuga og ynskja at bøta um korini hjá hesum hart sperda og týdningarmikla stovni.

Havi eisini sæð onkran vísa á, at staðsetingin kanska skuldi verið aðrastaðni, enn hon er í dag.

Lokalpolitikkur trívist best við at royna at seta “økið” – miðstaðarøkið ella útjaðarin – upp ímóti hvørjum øðrum. Og ymiskir flokkar hava áhuga í at fiska eftir atkvøðum á ymiskum miðum. Tað mugu tey so um, hvat tey halda, tænir landinum best.

Men eg vil so koma við einari áheitan um, at tit halda barnaheimið uttan fyri hetta politiska atkvøðufiskarí. Barnaheimið er ein stovnur, ið skal vera um okkara mest sárbaru børn, børn, sum hava liðið undir umsorganarsvíki og tí eru í serliga útsettari støðu. Her kann tað ikki vera politisk telvarí, sum skal avgera staðsetingina, her mugu fakligu metingarnar takast í størsta álvara, og ein framtíðar staðseting av einum nýggjum barnaheimi má sjálvsagt byggjast á fakligar metingar, heldur enn at gerast partur av einum politiskum lokalpolitiskum val- og valdsspæli.

Eitt politiskt lyfti frá politikarunum um at lurta eftir fakligu metingunum hevði tískil hóskað seg í størstan mun. Torir nakar flokkur at lova teimum veikastu børnunum at tey vilja lurta eftir hvat fakførleikin sigur?

Eisini um tað merkir, at barnaheimið skal verða verandi í Tórshavn ella staðsetast úti í Fugloy?