Søkt verður eftir einum námsfrøðingi í fast starv frá 1. august 2018:
- Starvið er 990 árstímar (setanarbrot 0,56) í sertilboði. Um eingin við útbúgving søkir, verður hjálparfólk sett í tíðaravmarkað starv ístaðin.
Søkt verður eftir tveimum námsfrøðingum í tíðaravmarkað starv skúlaárið 2018/19:
- 1 starv á 1100 árstímar (setanarbrot 0,62) í sertilboði
- 1 starv á 880 árstímar (setanarbrot 0,50) í skúlanum
Førleikakrøv:
Námsfrøðingur ella royndir sum námsfrøðiligur stuðul.
Harafturat leggja vit dent á, at námsfrøðiligu stuðlarnir:
- duga at samstarva
- eru fyrikomandi
- sýna jaligan hugburð mótvegis næmingunum
- hava áræði til at taka ábyrgd
Lønar- og setanartreytir:
Størvini eru sáttmálasett og verða lønt sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið. Vanligu størvini verða flokkað í lønarflokki 11-20 og størvini í sertilboðnum í lønarflokki 13, 15, 17, 19 og 21. Hjálparfólk verða flokkað í lønarflokkunum 3-8.
Umsóknir:
Umsóknir við CV, avritum av prógvum og møguligum ummælum skulu verða skúlastjóranum í hendi í seinasta lagi týsdagin 19. juni 2018 kl. 12.00.
Umsóknir kunnu sendast umvegis teldupost til: vagn.foldbo@skulin.fo ella sendast til
Á Skúlatrøð
att: Vagn Foldbo, skúlastjóri
Skúlavegur 6
FO-700 Klaksvík
Nærri kunning um størvini fæst við venda sær til Vagn Foldbo, skúlastjóra, á tlf. nr. 780202, ella senda teldupost til vagn.foldbo@skulin.fo
Komandi skúlaár ganga 719 næmingar í 1. – 10. flokki á Skúlatrøð. 67 lærarar og 8 námsfrøðiligir stuðlar arbeiða í skúlanum.