Innbjóðing til allar námsfrøðingar, sum eru limir í Føroya Pedagogfelag. (Tó ikki leiðarar og varaleiðarar)
Eyka aðalfundur hjá Námsfrøðingaráðnum verður 12. mai 2022 kl. 19.00 – 23.00 á Parnassinum á Hotel Hafnia í Havn.
Vit skipa kvøldið sum eina hugnaløtu, við einum fyrilestri, okkurtgott til góman og tónleiki.
19.00 – Krista Hvannastein forkvinna í Námsfrøðingaráðnumbjóðar vælkomin og greiðir í stuttum frá virkseminum hjá ráðnumog um framtíðarætlanirnar.
19.30 – Suni Poulsen, sálarfrøðingur hevur ein stuttan fyrilesturum ”Sálarligt arbeiðsumhvørvið”
20.00 – val til Námsfrøðingaráðið
20.30 – okkurt gott verður til matna
21.00 – Lena og Niklas undirhalda við tónleiki
23.00 – Tiltakið endar
Tilmelding er neyðug og fer framm við at senda teldupost til pedagog@pedagogfelag.fo, minst til at upplýsa navn og føðingardag, í seinasta lagi hósdagin 5. mai á middegi.
Vinaliga Námsfrøðingaráðið