NLS summarskeið – menning á útbúgvingarøkinum

Í hesum døgum hevur NLS summarskeið í Føroyum fyri norðurlendskum lærarum og námsfrøðingum. NLS er – Nordiska Lararorganisationers Samråd – sum er ein samstarvsfelagskapur innan alt útbúgvingarøkið í norðurlondum, har ein av høvuðsuppgávunum hjá felagskapinum er at stuðla uppundir námsfrøðiliga menning innan útbúgvingarumráðið.

Anders Rusk, aðalskrivari hjá NLS bjóðaði mánadagin vælkomin til gestirnar, og Signar í Homrum spældi nøkur løg. Fyrsta kvøldið var døguðri har allir luttakararnir fingu høvi til at møta hvørjum øðrum.

Evnið á hesum summarskeiðnum er lærarayrkið í einum altjóða og støðugt broytandi sjónarhorni. Skeiðið hevur til endamáls at geva luttakarunum viðkomandi vitan um avbjóðingar innan útbúgvingarøkið í framtíðini, og at geva undirvísarum amboð til egnu yrkisleið innan undirvísing. Anders Rusk sjálvur, Haldis Holst úr Education International og Ulf Blossing, professari við fróðskaparsetri í Gøteborg, hildu fyrilestrar um útbúgvingarøkið, meðan Erling Isholm greiddi frá føroyskari søgu, mentan og vinnulívi.   

Umleið 135 luttakarar tilsamans úr øllum norðanlondum vóru á skeiðnum í Hotel Føroyum hesar 5 dagarnar, har umframt fyrilestrarnar, eisini hevur verið kjak um hvussu útbúgvingarøkið kann mennast. Arbeitt var í bólkum innan dagstovnaøkið, fólkaskúlan og miðnámsskúlar. Kjakast varð til dømis um lønarviðurskifti, fyrireikingartíð, normeringar, námsætlanir og manglandi námsfrøðingar á arbeiðsmarknaðinum. Endamálið var eisini at deila starvsroyndir, so íblástur kundi fáast við aftur til egið starvsøkið.  

Eisini fingu luttakararnir høvi til at fara á ymiskar útferðir, har nakrir av luttakarunum ístaðin ynskti sær at sleppa síggja føroyskar stovnar og hvussu teir virka.