Nú freistin at bjóða seg fram til tøka nevndarsessin í nevndini í Pedagogfelagnum er farin er greitt, at kapping verður um sessin. Tvey valevni bjóða seg fram.
Valevnini eru:
Noomi Skorá, 27 ár, starvast í Dagstovninum á Velbastað og er limur í Hjálparfólkaráðnum.
Harald Joensen, 26 ár, starvast og er álitisfólk í Bú- og viðgerðarstovninum í Viðargøtu.
Talgilda valið verður í mars, og verður kunngjørt á aðalfundinum hjá felagnum tann 21. mars 2020.