Nevndin hevur fyrr í ár avgjørt at blása nýtt lív í Pedagogblaðið, soleiðis, at blaðið fer at koma út við jøvnum millumbilið.
Vit kunnu gleða okkum til, at vit í næstum fáa nýggjastu útgávuna av Pedagogblaðnum.
Blaðið verður sent øllum limum í teldutøkari útgávu. Fyri at minka um pappírsnýtsluna hava vit avgjørt, at blaðið bert verður sent sum pappírsútgáva til tey, ið bíleggja sær blaðið.
Blaðið skal bíleggjast inni á Limaportalinum. Limaportalurin.pedagogfelag.fo.
Blaðið verður annars sent stovnum, samstarvspørtum og ymiskum fyriskipanum.
Næsta útgáva kemur í november mánaða.