Ein heildarætlan skal gerast fyri at økja árliga talið av námsfrøðilesandi, sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður. Hann hevur tó ongar ætlanir um við lóg at áseta normeringar á dagstovnaøkinum.
INGOLF S. OLSEN – PRESS
Landsstýrið ætlar at gera nakað við stóra trotið á námsfrøðingum í landinum. Tað sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum. Men tað fer at taka tíð at basa trupulleikanum.
– Samgongan hevur sett sær fyri at eftirmeta námsfrøðingaútbúgvingina, millum annað fyri at økja um talið av útbúnum námsfrøðingum.
Uttanríkis- og mentamálaráðið arbeiðir saman við Búskaparráðnum við at fáa gjørt eina greining av útbúgvingartørvinum næstu tíggju árini innan fleiri útbúgvingar; námsfrøði er ein teirra. Tá henda greiningin fyriliggur fyrst í næsta ár, verður ein heildarætlan løgd fyri, hvørji stig skulu takast fyri at økja um árliga talið av námsfrøðilesandi, sigur landsstýrismaðurin.
Fleiri hundrað mangla
Tað mangla fleiri hundrað námsfrøðingar í Føroyum. Sambært tølum hjá
Pedagogfelagnum eru tað umleið 2.000 námsfrøðilig størv í Føroyum, men bara umleið annað hvørt teirra er sett av námsfrøðingum. Restin erhjálparfólk.
Á dagstovnaøkinum eru umleið 1.400 størv. Helvtin ella kanska minni er námsfrøðingar har, sjálvt um dagstovnalógin ásetir, at tveir
triðingar av starvsfólkunum á dagstovnaøkinum skulu vera útbúnir námsfrøðingar. So bara fyri at koma upp á tað stigið, sum lógin krevur, mangla tað einir 400 námsfrøðingar á dagstovnaøkinum.
Á serøkinum heldur Pedagogfelagið, at tað mangla ímillum 200 og 250
námsfrøðingar.
You must be logged in to post a comment.