Mikudagin 1. juni 2022 eru 40 ár liðin, síðan Føroya Pedagogfelag varð stovnað á Verkstaðnum Vón á Argjum.
Í hesum sambandi gevur felagið út bók um felagssøguna, sum Uni Arge, journalistur, hevur skrivað.
Bókin verður løgd fram í Perluni í Tórsgøtu í Havn mikudagin 1. juni frá kl. 17.00 til kl. 19.00. Jógvan Philbrow, formaður, bjóðar vælkomin, og høvundurin greiðir frá arbeiðinum við bókini.
Tónleikaligu innsløgunum stendur Guðrun Sólja Jacobsen fyri, og okkurt ábit verður.
Øll eru vælkomin.