Í fjølmiðlunum hóskvøldið 12. desember er skriv komið frá Klaksvíkar Kommunu. Ætlanin er at hækka foreldragjaldið fyri dagstovnapláss í kommununi.
Grundgevingin, ið nevnd verður í skrivinum er, at Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið hava gjørt avtalu um lønarvøkstur fyri 2019, 2020 og 2021. Talan skal verða um ein lønarvøkstur á 6,95% tilsamans.
Sáttmálin millum Føroya Pedagogfelag og KAF, fyri lønir til starvsfólk á dagstovnaøkinum, er fyri tíðarskeiði 1. oktober 2017 til 1. oktober 2020. Seinasta lønarhækkan sambart sáttmálanum var 1. oktober 2019.
Tískil kenna vit okkum ikki aftur í fráboðanini frá Klaksvíkar Kommunu um, at hægri foreldragjøld skyldast hækkandi lønum.
FØROYA PEDAGOGFELAG
Skrivi frá kommununi sæst her: