Suni Poulsen: Sálarliga arbeiðsumhvørvið bara versnar

Meira tað hevur verið tosað og stríðst um tað sálarliga arbeiðsumhvørvið, verri er tað blivið. Tað helt Suni Poulsen, sálarfrøðingur, á evnisdegi hjá Námsfrøðingaráðnum um sálarligt arbeiðsumhvørvi

Ingolf S. Olsen – PRESS
og Birita Hammer Jacobsen, umsitingarleiðari í Føroya Pedagogfelag – Grein úr Pedagogblaðnum.

Suni Poulsen var fyrstur at hava fyrilestur á evnisdegnum um sálarligt arbeiðsumhvørvi, sum Námsfrøðingaráðið hjá Føroya Pedagogfelag skipaði fyri í Løkshøll 5. november. Hann er sálarfrøðingur, verkætlanarleiðari á Heilsutrygd og hevur millum annað royndir við at fremja sosialvísindaligar kanningar fyri stovnar og fyritøkur, eitt nú trivnaðarkanningar og leiðslumetingar.

Og hann ballaði onki inn. Tað sálarliga arbeiðsumhvørvið hevur tað onki gott, staðfesti hann – ja, sambært sálarfrøðinginum hevur tað ongantíð verið verri enn tað sama.

– Arbeiðsumhvørvi stóð ovast hjá tykkum, tá tosað varð um, hvat arbeiðast skuldi við á evnisdegnum. Tað verður nógv tosað um trivnað og arbeiðsumhvørvi, og tað hevur tað verið leingi. Tað byrjaði í 1960’unum-1970’unum, og í Danmark fóru tey at gera íløgur í gransking fyri at blíva klókari upp á arbeiðsumhvørvi og fyri at fáa okkurt at vita um strongd og trivnað. Man tað verður verri og verri; meira tað hevur verið stríðst fyri at betra um arbeiðsumhvørvið, verri er tað blivið. Temadagar sum hesin enda positivt, og øll eru upplyft aftaná, men generelt er alt gingið verri síðan í 1960’unum, staðfesti Suni Poulsen.

Og sambært honum er onki, sum bendir á, at støðan er øðrvísi í Føroyum.

– Tvørturímóti benda tey hagtøl, vit hava, á, at avbjóðingin viðvíkjandi strongd í Føroyum líkist støðuni í londunum kring okkum, segði hann.

Arbeiðsmarknaðurin og alt samfelagið broytist støðugt, og serliga nógv er broytt seinastu áratíggjuni. Suni Poulsen helt, at sonevnd broytingarleiðsla og stovnsmenning í tí sambandinum eru undirmett sum leistir at fara ígjøgnum stórar broytingar eftir, tá vit hugsa um arbeiðsumhvørvi og strongd.

Broytingarleiðsla er í stuttum ein leiðsluháttur, ið fær starvsfólkið at hugsa og arbeiða øðrvísi, enn tey eru von við, tá eitt arbeiðspláss skal fremja stórar broytingar.

– Fyrr var happing buksuvatn ella bank í skúlanum. Í dag er happing nógv meira. Tað er til dømis beinleiðis happing – at eg geri okkurt beinleiðis ímóti tær – ella tað er meira óbeinleiðis happing – at ein fakbólkur á arbeiðsplássinum kanska sleppur á skeið, men ein annar fakbólkur ikki fær bjóðað tað sama, greiddi Suni Pouslen frá.

Fjald dagsskrá

Vit eru von við, at arbeiðsplássini javnan koma við ymiskum at lofta slíkum støðum og brúka orku upp á at skapa sær ein samleika í øllum hesum.

Men Suni Poulsen heldur, at tað oftast hevur verið talan um manipulasjón og fjalda dagsskrá, tí veruliga málið hevur verið at fáa starvsfólkið at arbeiða meira, heldur enn at betra arbeiðsumhvørvið og minka strongdina.

Hann tók dømi úr tíðini, tá hann las Í Danmark í 90’unum, og tá hann síðan arbeiddi sum konsulentur har í nullunum.

– Tað bleiv tosað nógv um virði og visjónir, tá fyritøkur og almennir stovnar royndu at skapa sær ein samleika. Í 90’unum og nullunum høvdu arbeiðsplássini temadagar um samstarv, fakligan kvalitet og kjarnuvirði. Fyritøkur brúktu nógvar pengar upp á at skapa entusiasmu ímillum starvsfólkini. Tá eg arbeiddi sum konsulentur í nullunum, galt tað um at lýsa, hvussu fyritøkur vóru lokkandi, og hvussu tær vóru sum brand og sum arbeiðsgevari fyri at fáa tey bestu starvsfólkini at søkja til teirra. Hvat er tað fyri ein fyritøka, vit koma inn í, og hvat vænta vit, varð spurt.

– Mín pástandur er, at tað spakuliga gongur upp fyri okkum, hvussu innanholað hetta er. Tað er manipulerandi, tí arbeiðsgevararnir royna at fáa tykkum at arbeiða meira, segði Suni Poulsen.

Tey yngru ættarliðini hava tó gjøgnumskoðað alt hetta, vísti sálarfrøðingurin á, og tey góðtaka tað ikki, men koma við mótsvarum.

– Tey taka ikki ein arbeiðsgevara í so stórum álvara, tey taka ikki arbeiðið at sær sum sín samleika, greiddi Suni Poulsen frá.

Tey ungu eru minni bláoygd

Hann segði, at rákið nú er, at ung eru skjótari at siga upp, um okkurt er. Og hansara egni hugburður til júst hetta er eisini broyttur við árunum.

– Áður hevði eg sagt “tosa um tingini”, um ein er stressaður á arbeiðnum, men í dag hevði eg sagt “sig upp”. Tí ein skal ikki blíva sjúkur av at fara til arbeiðis, segði Suni Poulsen.

Hann nevndi eisini nýggja rákið, tey kalla “tigandi uppsøgn ella útmelding”– quiet quitting á enskum – har starvsfólkið bara ger akkurát tað, tað skal, og ikki eitt vet meira enn tað.

– Tað er ein reaksjón uppá, at starvsfólk í longri tíð ikki eru væl viðfarin, og tey hugsa, hví skulu vit fremja avrik fyri ein arbeiðsgevara, sum ikki fer væl við okkum? Eg haldi tað vera eina sunna rekasjón – starvsfólk eru ikki so bláoygd nú sum fyrr, segði Suni Poulsen.

Eitt lív í javnvág

Hann kom eisini inn á týdningin av, hvussu starvsfólk hava tað samanumtikið í gerandisdegnum, um tey hava eitt lív í javnvág og fáa røktað og nøktað sínar grundleggjandi tørvir. Við uppvørpuni vísti hann ein frymil, eina talvu við sirklum at fylla út fyri á tann hátt at vísa, hvussu støðan hjá tí einstaka er á teimum ymisku økjunum, sum hava við lívsgóðskuna at gera (sí mynd).

– Um bara eitt av økjunum er í órøkt, ávirkar tað alla lívsgóðskuna, legði Suni Poulsen dent á.

– Tað hevur týdning, at man sum menniskja livir eitt balanserað lív. Arbeiðsgevarar kunnu píska ein stemning upp – at hetta er tann besti stovnurin – men tað riggar ikki í longdini bara at lena seg afturá so og ikki vilja fyrihalda seg til arbeiðið. Tað skal geva meining at fara til arbeiðis. Tað hevur týdning at taka arbeiðið í álvara, og at tit verða tikin í álvara.

– Eg veit ikki so nógv um tykkara arbeiðspláss, men í Danmark eru almenn arbeiðspláss, og starvsfólkini har eru ikki væl viðfarin í longri tíð. Í valdystinum niðri bleiv tað tosað opið um, at heilsusektorurin er knústur og effektiviseraður – tey hava smildrað sektorin sundur, segði hann.

Hugtøk verða breiðari

Suni Poulsen endaði sína framløgu við at koma við nøkrum ítøkiligum ráðum til námsfrøðingarnar, ið vóru við á evnisdegnum, um, hvussu teir kundu koma við sínum íkastum at bøta um trivnaðin á sínum arbeiðsplássum og kanska eisini broyta seg sjálvar.

– Eitt, sum tað er týdningarmikið at hava við í høvdinum, er, at á nógvum økjum eru fyribrigdi, sum vit fyrr defineraðu smalt, blivin breiðari. Eitt nú strongd, happing og mistrivnaður. Nógvar psykiatriskar diagnosur fevna av tí sama breiðari í dag enn fyrr, og hugtøkini blíva breiðari og meira inklusiv.

– Tað er legitimt at siga, at man heldur okkurt fer ov langt, og tað er lættari at gera tað til ein trupulleika í dag enn fyrr. Tað eru eini ráð til tykkum sum starvsfólk, og tað setur krøv til leiðaran. Og er tað ein einkultur faktorur úti á arbeiðsplássunum, sum ávirkar trivnað, so er tað leiðsla. Leiðsla skal ikki undirmetast, segði Suni Poulsen.

Happing skal steðgast

Hann gjørdi nógv burtur úr happing, sum er eitt hugtak, ið hevur fingið nógv víðari merking í dag samanborið við fyrr.

– Fyrr var happing buksuvatn ella bank í skúlanum. Í dag er happing nógv meira. Tað er til dømis beinleiðis happing – at eg geri okkurt beinleiðis ímóti tær. Ella tað er meira óbeinleiðis happing – at ein fakbólkur á arbeiðsplássinum kanska sleppur á skeið, men ein annar fakbólkur ikki fær bjóðað tað sama.

– Einstaklingar happa, ella bólkar happa. Likamligur harðskapur, at rulla við eygunum at einum einum starvsfelaga ella flenna eftir honum ímillum fólk, er eisini beinleiðis happing. Og tað er óbeinleiðis happing, um tú ert blíð uttaná ímóti einum starvsfólki, men spakuliga gevur øðrum starvsfólki meira uppmerksemi – tað at gera mannamun upp á onkran útspekuleraðan máta, segði Suni Poulsen og nevndi fleiri onnur dømi.

Men hann legði dent á, at sama hvat slag av happing, talan er um, og um tað er happing ímillum børn ella ímillum vaksin, so snýr tað seg um at steðga henni, og hann fegnaðist um, at fólkaskúlin í dag er farin í hernað ímóti happing.

– Happarin fer ikki at broyta seg. Happarin sjálvur og tann, sum verður happaður, eru í einari ringari støðu, men tey, sum er vitni til tað, tey vita, at um tey onki gera við happingina, so stuðla tey undir hana, segði Suni Poulsen.

Sálarligur tryggleiki

Sálarligur tryggleiki er tað týdningarmiklasta fyri trivnaðin á einum arbeiðsplássi, tók hann saman um, og tað er leiðarin, sum hevur ábyrgdina av, at trivnaðurin er góður.

– Ongin tímir at verða óvitandi, ódugnaligur, átrokandi ella negativur. Uppgávan hjá leiðaranum er at geva møguleika fyri, at starvsfólk kunnu seta orð á negativu kenslurnar. Tað er leiðarin, sum skal skapa rúmið, har man kann tosa opið um tingini – eisini í supervisjón. Tað eru dømi um leiðarar, sum burturforklára ymiskt, men leiðarar skulu tosa minni og lurta nógv meiri. Leiðarin skal síggja tykkum, tí onki er meira óbehagiligt enn at vera til arbeiðis og ikki verða sæddur. Men teir flestu leiðararnir gera ikki tað rætta, teir hava “nógv at gera” og vita tí ikki, hvar starvsfólkini eru.

– Míni ráð eru, at tað er gott, um hvørt starvsfólk hevur 15 minuttir nærverandi samrøðu við sín leiðara um vikuna.

Eitt gott arbeiðsumhvørvi er avgerandi fyri trivnað hjá starvsfólkunum, men tað hevur eisini alstóran týdning, at námsfrøðingar og onnur starvsfólk eisini hava eitt lív í javnvág, tá tey ikki eru til arbeiðis – at tey fáa røktað og nøktað sínar grundleggjandi tørvir. Tess nærri miðjuni, starvsfólk merkja av á sirklunum á talvuni, tess betri er javnvágin í gerandisdegnum. – Um bara eitt av økjunum er í órøkt, ávirkar tað alla lívsgóðskuna, segði Suni Poulsen
Mynd: Úr framløgu hjá Suna Poulsen, sálarfrøðingi

Kjak

Eftir fyrilesturin hjá Suna Poulsen fingu luttakararnir høvi at seta spurningar og gera viðmerkingar.

Eitt evni her var fjarleiðsla mótvegis nærleiðslu

– Ein fjarðleiðsla er ikki ein leiðari. Tað ljóðar sera akademiskt, tey síggja leiðaran fjórðu hvørju viku til starvsfólkafund, segði Suni Poulsen um fjarðleiðslu.

Ein av áhoyrarunum viðmerkti, at tað á dagstovnaøkinum var gott at hava ein nærverandi leiðara at sparra við.

– Nærverandi leiðarar geva betri trivnað, segði viðmerkjarin.

Ein vísti eisini á, at tað var munur at arbeiða á dagstovni og í fiski. Starvsfólk á dagstovnum vilja verja børnini ímóti ov nógvum starvsfólkaskiftum, og tí kenna starvsfólk seg trýst at vera verðandi á arbeiðsplássinum, hóast tey ikki trívast og helst vildu sagt upp. Tey eru sostatt í einari trýstari støðu, sum so aftur elvir til strongd.

Ein legði afturat, at relasjónsarbeiði elvir til umsorganarmøði.

Hetta fekk Suna Poulsen at ásanna, at “Tigandi uppsøgnin” er torførari at praktisera á dagstovnaøkinum, um fólk ikki trívast vegna vánaligt arbeiðsumhvørvi, enn á nógvum øðrum arbeiðsplássum.

Summi duga betri at seta mørk við árunum, sum henda viðmerkingin ber boð um:

– Tað er stórur munur á nú eftir 16 ár á økinum. Nú seti eg mark fyri, hvat eg vil ganga við til. Millum annað sovorðið, sum at fara á legu. Leiðarin kundi sagt, hvat tað kann geva í peningi.  Vit tóku støðu til, at at nú er nokk – vit vilja ikki vera við til hetta longur. Eg eri nógv broytt uppá 16 ár.

Ein annar námsfrøðingur vísti á, at tað eisini við atliti at børnunum var umráðandi at mótmæla viðhvørt:

– Tað verður kravt meira og meira, men vit fáa ikki tímarnar. Fleiri børn við serligum tørvi verða tikin inn, og tað er ikki í ordan at taka tey inn, um vit ikki hava tímar til tað. Vit mugu geva slíkum gætur sum námsfrøðingar, og siga frá.